Her er der en lydafspiller

Men før du kan se den, skal du acceptere cookies fra vores lydleverandør.

Kæri lesari, 

Summarið er nú farið at halla, og fyri mong okkara merkir tað, at eftir nakrar vikur við grillpylsum, uttanlandsferðum og tónleikafestivalum nærkast tíðin, til samfelagið fer upp í ferð aftur. Sum flest okkara vita, so er tað líka hvørt ár — tá ið børnini fara í skúla aftur, fara samfelagshjólini at mala. Og tann skeringsdagurin er í hesari vikuni, sum nú stendur fyri framman. 

Men fyri summi hevur summarhugnin at síggja til ikki fingið fastatøkur. Tað gevur lesarabrævið hjá tingmanninum Fróða Magnussen nú um dagarnar í øllum førum ábendingar um. Eitt lesarabræv, sum fór á at kalla allar netmiðlar — uttan Frihedsbrevet.

Tað er fallið Fróða Magnussen fyri bróstið, at Frihedsbrevet ikki endurgav alt hansara skrivliga svar, sum hann sendi, eftir at Frihedsbrevet sendi honum nakrar spurningar um ein bát, sum hann eigur. 

Stríðið um fiskidagarnar

Forsøgan er, at eitt tað mest umstrídda politiska málið í summar, eru ætlanirnar hjá Bárði á Steig Nielsen at geva bólki 5 fleiri fiskidagar. 

Nú hoyringssvarini eru komin, er greitt, at at kalla eingin tekur undir við hesari politisku ætlanini hjá samgonguni. Reiðarafelagið tekur ikki undir við tí. Tað ger Fiskimannafelagið heldur ikki. Ráfiskakeyparafelagið tekur ikki undir við tí, og tað ger Meginfelag Útróðrarmanna heldur ikki. Fleiri áhugapartar í fiskivinnuni hava úttalað seg sera atfinningarsamt um hesar ætlanirnar — serstakliga tí tað kann seta altjóða góðkenningar í vanda. Hetta tí, at mann hevur eina umsitingarætlan fyri føroysku fiskivinnuna, sum hevur týdning fyri eitt nú MSC góðkenningar, og sum t.d. Føroya Ráfiskakeyparafelag skrivar í sínum hoyringssvari: 

“Meginparturin av føroysku upsaframleiðsluni verður seldur á marknaðum í Týsklandi og Fraklandi, har MSC góðkenning er ein grundleggjandi treyt fyri at varðveita marknaðaratgongd og góðar prísir. At seta hesa góðkenning í váða fyri eina stutttíðar loysn hjá einum einstøkum skipabólki kann fáa álvarsligar búskaparligar avleiðingar fyri alla virðisketuna.”

At seta hesa góðkenning í váða fyri eina stutttíðar loysn hjá einum einstøkum skipabólki kann fáa álvarsligar búskaparligar avleiðingar fyri alla virðisketuna.

Føroya Ráfiskakeyparafelag

Tú fært helst fatan av, kæri lesari, at hetta er ikki bara eitthvørt politiskt mál. Hetta er hinvegin — um vit skulu trúgva næstan øllum pørtum í fiskivinnuni — eitt potentielt vandamikið mál fyri føroyska samfelagið. 

Landsstýrismaðurin grundgevur hinvegin fyri, at tað vóru óbrúktir fiskidagar í 2024 — fiskidagar, sum hann nú vil gagnnýta í 2026. Bárður á Steig skrivar í uppskotinum: 

“Gongdin í nýtsluni av fiskidøgum vísir, at fiskifør í bólki 5 B væntandi fara at nýta allar tillutaðu fiskidagarnar innan stutta tíð. Endamálið við uppskotinum er at tilluta hesum bólki dagar, soleiðis at bólkurin hevur fiskidagar tøkar longur út á árið.” 

Endamálið við uppskotinum er at tilluta hesum bólki dagar, soleiðis at bólkurin hevur fiskidagar tøkar longur út á árið.

Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður.

Egin áhugamál

Málið liggur nú í løgtinginum, og hóast lemjandi mótstøðu í at kalla øllum hoyringssvarum, heldur landsstýrismaðurin fast við sítt. Og tað eru fleiri onnur í løgtinginum, sum taka undir við tí. Millum annað Fróði Magnussen, tingmaður fyri Fólkaflokkin. 

Løgtingsfólk kunnu ikki vera ógegnig. Soleiðis eru reglurnar fyri okkara fólkaræðisligu skipan. Og tí er tað ikki ólógligt ella óetiskt, at Fróði Magnussen er ein teirra, sum kann fáa ágóða av hesum uppskotinum, skuldi tað komið ígjøgnum. 

Tað ger hann, tí hann eigur ein bát í bólki 5B saman við pápa sínum. 

Men fyri tí er uppgávan hjá fjølmiðlum at siga frá ymiskum samanhangum, sum kunnu viðvirka til avgerðir hjá myndugleikum. Tað er avgjørt okkara uppgáva at siga tær, um eitt lógaruppskot kann geva einum tingfólki ella landsstýrisfólki ágóðar. 
Hví?

Tí tú hevur uppiborið gjøgnumskygni í teimum avgerðum, sum summi fólk í samfelagnum hava fingið vald til at taka okkara vegna, og sum raka okkum øll. Og avgerðir tiknar í løgtinginum eru viðkomandi fyri øll í hesum samfelagnum, tí vit búgva øll her, og hava øll rætt til at hava okkara hugsanir og kjakast um tey viðurskifti, sum eru við til at mynda føroyska samfelagið. Vit hava jú í felag mannað løgtingið til seinasta val og eru tí í veruleikanum arbeiðsgevarar hjá teimum, sum eru sett at stýra. 

Tí var tað eisini viðkomandi, tá ið Frihedsbrevet í síðsta ár segði søguna um, at eitt uppsjóvarskip við virðismiklum kvotum, sum tingmaðurin Kim Durhuus átti í, vóru settar til sølu. 

Ikki tí tað er ólógligt at selja kvotur — tað er tað ikki. Men hinvegin tí fiskivinnan er okkara høvuðsvinna, og tá ið tingfólk fáa milliónir í lumman fyri at selja ogn Føroya fólks orsakað av einari áralangari umstríddari skipan, so er tað viðkomandi vitan. 

Tað er eisini viðkomandi at siga frá, at fleiri tingfólk eiga bátar í bólki 5 — tingfólk, sum fáa ágóða av hesum uppskotinum. Er tað ólógligt? Nei. Men tað er viðkomandi vitan. 

Lesarabrævsportalur

Tann einasti tingmaðurin, sum at síggja til er virkin í hesum bólkinum, er Fróði Magnussen. Tí sendu vit spurningar til Fróða Magnussen. Tað gjørdu vit, áðrenn greinin kom út. Vit spurdu:

1. Ynskir tú sjálvur, at bólkur 5B fær fleiri fiskidagar í 2026, hóast áhugafeløg og serfrøði tala ímóti uppskotinum? 

2. Hevur tú givið landsstýrismanninum hugskotið um at luta bólki 5B fleiri fiskidagar?

3. Er tað ikki eitt ivasamt uppskot, sum verður lagt fram, tá ið bæði Havstovan, Reiðarafelagið, Felagið útróðrarmanna og fleiri við teimum mæla frá, at uppskotið verður samtykt? 

4. Tú stendur sjálvur til at fáa ein ágóða av uppskotinum, tí báturin Freyr hevur fiskiloyvi í 5B. Er tað fyri egnan vinning, at tú ynskir fleiri fiskidagar til 5B?

Fróði Magnussen sendi okkum eitt svar, sum var umleið tvær síður til longdar. Vit tóku tað burturúr, sum vit hildu svaraði spurningunum, sum vit settu. Tað er hóast alt tað, sum miðlar gera — velja viðkomandi tilfar til og sálda óviðkomandi tilfar frá. Ikki vegna Fróða Magnussen í hesum førinum, men fyri lesarans skuld. Tað er til dømis orsøkin til, at útvarpið hevur samrøður upp á tveir, tríggjar minuttir við fólk í tíðindunum. Tað er ikki tí, at eingin nakrantíð hevur meira at siga enn tað, men tí, at redaktiónin í útvarpinum velur burtur úr rúgvuni. Og tað sama er galdandi fyri sjónvarpið. Hetta er altso sum amen í kirkjuni í journalistikki. Tað er redaktiónin, sum velur, ikki interview-persónurin. 

Tað fall Fróða Magnussen fyri bróstið og tí sendi hann sínar síður til allar miðlar, og legði aftrat, at undirritaða er systir Dennis Holm, sum hevur verið landsstýrismaður á økinum. 

Tað skal eg venda aftur til. 

Fyrst vil eg siga, at eg havi hug at bera yvir við Fróða Magnussen, tí hann er nýggjur í politikki og tí í grundini prísgivin. Eg veit, at myndugleikar og politikarar eru vanir við at brúka miðlarnar sum sín egna lesarabrævsportal, men tað er ikki tað, sum miðlar eiga at vera. 

Tað er ikki so, at mann kann senda Frihedsbrevet fleiri síður av tilfari og vænta, at alt verður tikið við í eina grein. Vit eru ikki persónligi lesarabrævsportalurin hjá Fróða Magnussen ella nøkrum øðrum. 

Hetta minnir meg um eitt heldur skemtiligt lesarabræv fyri nøkrum árum síðani. Eitt politiskt ungmannafelag tók tað illa upp, at miðlarnir høvdu broytt yvirskriftina á teirra tíðindaskrivi, umskrivað tíðindaskrivið eitt sindur og lagt tað út. Tey spurdu firtin í uppfylgjandi lesarabrævi “Eru tað nú miðlarnir, sum avgera, hvat eru tíðindi?!”. 

Stutta svarið er. Ja. Tað er tað. 

Og tað eru eisini miðlarnir, sum gera av, hvat er viðkomandi at taka við í eina grein, ella hvat skal við í innslagið í útvarpinum. Sjálvandi. (Ímynda tær, um politikarar sluppu at avgera tað…)

Gegnið

Tá ið tað er sagt, so er tað sjálvsagt viðkomandi at gera vart við, tá ið mann sjálvur er ógegnig. Eg havi óteljandi ferðir skrivað og gjørt vart við, at eg eri systir Dennis Holm, sum hevur verið landspolitikari. Tað er hann ikki longur, og tí haldi eg ikki, at tað er viðkomandi at halda fram við hesum “disclaimaranum”. Tað haldi eg heldur ikki í hesum málinum, men nú havi eg so sagt tað enn einaferð, og so kann lesarin hava tað við í metingini. 

Send endiliga

Tá ið tað er sagt, so halda vit sjálvsagt fram við tí arbeiði, sum vit hava lagt fyri dagin, nú samfelagið fer at vakna úr dvala aftur. 

Veist tú okkurt, sum tú heldur, at vit eiga at vita, so skalt tú endiliga senda okkum tipp. Tað gera ótrúliga nógv fólk, og tað eru vit takksom fyri.

Tað gert tú antin á hey@frihedsbrevet.fo ella á frihedsbrevet@protonmail.com

Tú skalt vita, at tað er sjálvsagt í trúnaði og verður viðgjørt við størsta varsemi. 

Takk fyri, at tú las. 

Barbara Holm

Ábyrgdarstjóri á Frihedsbrevet.fo