Fríur Sunnudagur er heitið á nýggjum aktualitetsmagasini, sum sær dagsins ljós fyri fyrstu ferð í dag.

Hvønn sunnudag verður farið eitt spakaskot djúpri í trimum aktuellum søgum.

Í hesum fyrsta partinum viðgera vit merkisverdu støðuna, sum íkom í Føroya rætti fyri kortum, tá ið dómari sparkaði Føroya fyrsta mál um brot á §266b, sum snúði seg um møguliga haturstalu móti samkyndum, út til horna. Dómarin setti nevniliga spurnartekin við, um §266b í heila tikið fevnir um samkynd. Orsøkin er ein heldur nýggj týðing av revsilógini, sum fór fram í í 2018.

Vit viðgera eisini eldraøkið, sum hevur  stórar avbjóðingar, tí ein samanteljing, sum Frihedsbrevet hevur gjørt vísir, at tað eru í øllum førum 50 eldri føroyingar, sum hava bráðfeingis tørv á búplássi á eldri ella røktarheimi, men sum mugu bíða og í nógvum førum liggja at kalla einsamøll og óhjálpin heima.

Fríur sunnudagur fer eisini nærri inn í eitt mál, sum var fyri í Eystara landsrætti fyri kortum, sum m.a. snúði seg um djóravanrøkt. Tí sambært Djóraverndarfelagnum er tað kanska einaferð út av hundrað, at løgreglan í roynd og veru fer víðari við málum, sum Djóraverndarfelagið fráboðar ella meldar.

Hoyr nógv meira í 1. parti av Fríum sunnudegi. Tú finnir røðina undir poddvarp.