
Nýtt poddvarp við Svarta svaninum

Moralur og etikkur, rætt og skeivt og motivgransking. Tað eru evnini fyri nýggjasta partin av donsku røðini Amira Smajic båndene, sum Mads Brügger, ábyrgdarstjóri á danska Frihedsbrevet, stendur á odda fyri.
Í grundini er hesin parturin ein supputerningur av tí, sum hevur størst týdning fyri at skilja, hví Amira Smajic gjørdi, sum hon gjørdi. Hví vil hon stilla seg fram? Hví hevur hon greitt frá øllum sínum ivasama virksemi, og hvat drívur hana? Í partinum í dag greiður Amira Smajic eisini frá, hví hon hevur samstarvað við løgregluna.
Fjórði parturin av donsku røðina um Svarta Svanin er útkomin í dag.
Ert tú á appini, kanst tú hoyra nýggjasta partin av Amira Smajic båndene undir “poddvarp”. Ert tú á heimasíðuni, kanst tú trýsta her.
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.