Ivan Niclasen, fyrrverandi stjóri í Kringvarpinum, er gestur í nýggjasta partinum av Krúnukrímið — sæð í bakspeglinum. 

“Kringvarp Føroya er sjálvstøðugur almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini.”

Tað verður sligið fast við sjey tumma seymi í grein trý í lógini um Kringvarp. Men tað er ikki øll myndin. Tí grein 14 sigur: “Kringvarp Føroya hevur skyldu til at taka lut í almennum tilbúgvingarskipanum.” 

Tað er væl skilligt, og hevur Kringvarpið títt og ofta verið ein vinur í neyðini, tá ið vit hava bíðað eftir tíðindum um illveður, um ólukkur, um stórhendingar, og sjálvandi tá vit hava vilja fylgt við í týðandi hendingum í Føroyum og úti í heimi. 

Men koronatíðin var altso nakað púra óvanligt. Brádliga vóru tíðindafundir hjá myndugleikunum tað, sum tjóðin innrættaði sítt lív eftir. Og í episentrinum av øllum ruðuleikanum sat Kringvarpið. Sterki miðlarisin, sum vit trygt kundu líta á at senda øll boð og alla kunning út hvønn einasta dag. Í sjónvarpi, í útvarpi og á netinum. 

Men við tí fylgdi eisini ein stór ábyrgd. Tí hvussu tryggjar tú grein 3 í lógini um, at Kringvarpið er púra óheft av politisku skipanini, tá ið løgmaður og hansara fylgi næstan flyta inn í Kringvarpið, tí tú ert partur av tilbúgvingini?

Og hvat kundi mann gjørt øðrvísi, sæð í bakspeglinum?

Tað tosar Ivan Niclasen um í nýggjasta partinum av poddvarpsrøðini.

Har sigur hann m.a., at tað var rætt, at lova politikarunum og øðrum inn at halda tíðindafundir í Kringvarpinum, men sum fráleið blivu fleiri og fleiri tíðindafundir, har Kringvarpið kundi verið meira kritiskt um, hvør slapp at halda tíðindafundir á staðnum.

Ert tú á heimasíðuni, finnir tú røðina við at trýsta her. 

Ert tú á appini, finnir tú røðina undir “poddvarp”.