Danska poddvarpsrøð okkara, Friis Diplomatpost, er júst útkomin einum nýggjum parti, har royndi danski diplomaturin Friis Arne Petersen og royndi danski journalisturin Flemming Rose, skifta orð um óvanliga fundin í Hvítu Húsunum fríggjadagin.

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Joe Biden, var nógv harðari mótvegis ísraelska Benjamin Nethanyahu, enn Trump hevur verið mótvegis Zelenskyj. Tað sigur ein amerikanskur søgufrøðingur. Men ein týðiligur munur er, at Biden helt aftur, tá ið miðlarnir vóru til staðar. Tí tá ið Nethanyahu í 2011 lærdi Obama forseta um støðuna í miðeystri frammanfyri rullandi upptøkutólum, rakti tað Ísrael aftur fýra ár seinni, í formi av einari amerikanskari atomavtalu við Iran og eitt amerikanskt nei til eitt veto í ST móti eini avgerð, sum fordømdi ísraelskum búsetingum. Kann Zelenskyj læra nakað av royndunum hjá Nethanyahu í Hvítu húsunum?

Tað tosa teir Friis Arne Petersen og Flemming Rose um í nýggjasta partinum.

Finn Friis Diplomatpost á appini undir poddvarp, ella trýst her, um tú vilt lurta á heimasíðuni.