Nýtt poddvarp: Grønt ella grátt — seinni partur um grønvasking
Í nýggjasta partinum av Frí Mikrofon verður kjakast um eitt umstrítt evni, grønvasking í klædnaídnaðinum. Við vertinum Duritu Fagradal Augustinussen við borðið kjakast gestirnir Jón Sonni Jensen og Randi Samsonsen, bæði roynd og serkøn á økinum.
Grønvasking, eisini kent sum greenwashing, er felagsheiti fyri marknaðarføringstiltøk, har fyritøkur reinsa sína ímynd við at selja ella lýsa vørur sum burðardyggar, uttan at tær veruliga uppfylla krøvini til burðardygd. Í fyrra partinum av tveimum setti Frí Mikrofon ljós á, hvussu hendan grønvaskingin fer fram í klædnaídnaðinum, og hvussu brúkarar kunnu læra at skilja ímillum veruliga burðardyggar vørur og tær, sum bert tykjast at vera tað.
Í nýggjasta partinum av Frí mikrofon — sum eisini er seinni parturin um grønvasking — kjakast panelið um, hvat tann vanligi føroyingurin kann gera í málinum og hvat Evropa ger fyri at basa trupulleikanum.
Finn báðar partarnar um Grønt ella grátt í røðini Frí Mikrofon.
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.