Ein nýggjur partur av Læknin og Loyndarmálini er nú tøkur. Tað er 5. og sannlíkt seinasti partur í røðini, sum snýr seg um ein navnframan fyrrverandi kommunulækna, við nú fleiri dómum á baki fyri hóttanir móti almennum starvsfólkum.

5. partur snýr seg um dómin, sum fríggjadagin fall í málinum móti Freddie Poulsen, sum snúði seg um hóttanir móti starvsfólki á Taks. Hann fekk 30 daga treytaleysa fongsulsrevsing og skal tí inn at sita.

Henda røðin snýr seg eisini um koronakonspiratiónir, um eina heldur merkisverda danska fríkirkju og um ymiskar hóttanir móti almennum starvsfólkum, sum hava fingið ymiskar reaktiónir.

Hoyr seinasta partin undir “poddvarp” á heimasíðuni og appini.