Heimurin er broyttur sera nógv seinastu árini og tað kom eisini til sjóndar, tá ið val til Evropaparlamentið var fyri kortum. Grøna-rákið fekk eitt slag fyri bógvin, meðan høgravongurin gekk nógv fram. Politiska miðjan dettur burtur í nýggja veruleikanum, meðan polarnir veksa, sigur Ragnheiður Bogadóttir, lektari á Fróðskaparsetrinum. Í nýggjasta partinum av Frí Mikrofon tosa vit um ES-valið, um økofasismu, høgrarák og hvussu vit síggja evropeisku tendensirnar aftur í føroyska samfelagnum.

Tú finnir Frí Mikrofon á appini og heimasíðuni, í báðum førum undir “poddvarp”.