Hon hevur sitið í Kringvarpsstýrinum seinastu mongu árini, men hevur annars ikki verið serliga virkin í journalistiska fakinum, har hon annars er útbúgvin. Men mangur føroyingur man minnast tíðina, tá ið Katrin Petersen var at síggja á skíggjanum, í avísunum og at hoyra í útvarpinum. Nú skal hon standa á odda fyri tíðindadeildini hjá Kringvarpinum. Í nýggjasta parti av poddvarpsmagasininum Frí Mikrofon tosa vit við nýsetta tíðindaleiðaran í Kringvarpinum um journalistiska støðið í dag, um avbjóðingar fyri miðlarnar sum heild og fyri Kringvarpið sjálvt og ikki minst um framtíðarætlanirnar fyri tíðindadeildina.

Hoyr samrøðuna í røðini Frí Mikrofon á appini og heimasíðuni. Í báðum førum finnir tú røðina undir “poddvørp”.