Við einum fínum prógvi sum vinnulívsløgfrøðingur í hondini, vil ein málrættað og ambitiøs Amira Smajic út á arbeiðsmarknaðin. Hon fer til starvssamrøðu hjá grannskoðaranum Johnny Hast Hansen, sum rekur sína fyritøku frá einum húsum í Odense.

Í byrjanini hevur Amira Smajic trupult við at trúgva, at Johnny Hast Hansen yvirhøvur hevur eina grannskoðarafyritøku í einum privathúsum, men so bjóðar hann henni niður í kjallaran, har hon skjótt hvørvur inn í heilt annan heim.

Hoyr triðja partin av røðini “Amira Smajic båndene” nú. Ert tú á heimasíðuni kanst tú trýsta her. 

Ert tú á appini, finnir tú røðina undir “poddvarp”.