Tað eru fá evni meira aktuell í hesum døgum, enn umhvørviskrígsmaðurin Paul Watson og skip hansara John Paul DeJoria, sum í hesum døgum elvir til høvuðbrýggj hjá mongum føroyingi. Men hetta er als ikki fyrstu ferð, at Paul Watson hevur skapt órógv kring oyggjarnar.

Fyrstu ferð hann vitjaði í Føroyum var í 1985. Týsdagin 20. august 1985 var forsíðan á Sosialinum tí prýdd við myndum og samrøðu við Paul Watson, karismatiska skiparan á Sea Shepherd — sum tá eins og nú líktist mest einum hernaðarskipi.

Samrøðuna gjørdi Jan Müller, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum. Saman við Kalmari Lindenskov, myndamanni, fór hann í journalistiskum ørindum út at hitta Watson og slapp umborð til eina samrøðu.

“Hann var fryntligur og fyrikomandi”, minnist Jan Müller aftur á, men kortini var hann ikki móttakiligur fyri betri argumentum ella fyri at hoyra um tey faktuellu mistøkini í tí hann segði.

Men maðurin hevur broytt nógv, um enn fleiri hava ynskt hann og Sea Shepherd har piparið grør. Tí uttan kritisku røddirnar uttanífrá, høvdu vit neyvan verið blivin betur til at drepa grindina skjótari og meira skynsamt.

Hoyr samrøðu við Jan Müller í nýggjasta partinum av poddvarpsrøðini Frí Mikrofon. Longri grein um evnið kemur seinni.

Øll myndin frá løtuni umborð á Sea Shepherd í 1985 sæst her. Kalmar Lindenskov hevur tikið myndina av Paul Watson og Jan Müller: 

Ert tú á heimasíðuni kanst tú hoyra poddvarpið her

Ert tú á appini finnir tú Frí Mikrofon við at trýsta á knøttin niðast, sum eitur “poddvørp”.