Nýggjur poddur: Hon breyt tøgnina áveg umborð á Smyril
Hon breyt tøgnina ein seinnapart, tá ið hon sat í bilrøðini áveg umborð á Smyril. Tí tá hevði hon umaftur og umaftur fingið at vita, at hennara navn stóð á einum lista yvir nakinmyndir, sum vóru í umfar, í tí sokallaðu “Golden Maps”.
Hon vildi ikki eiga skommina av hesum listanum, og segði tí í video á Instagram, at hetta var ikki hennara ábyrgd, hennara skom. Skommina máttu tey eiga, sum deildu hesar myndir uttan samtykki.
Hetta leiddi fyrst til eina rørðslu, har fleiri kvinnur gjørdu tað sama á netinum, og síðani til, at Rannvá Magnadóttir og tvær aðrar kvinnur søgdu frá hesum í Degi og Viku. 8. mars í fjør vann Rannvá Magnadóttir Ársins Britu fyri hennara dirvi í hesum málinum.
Hoyr samrøðu við Rannvu Magnadóttir í nýggjasta partinum av Frí Mikrofon. Tú finnur Frí Mikrofon á heimasíðuni og appini, í báðum førum undir “poddvarp”.
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.