Hví er so stór ónøgd við karmin, nú verkfall enn einaferð er og hvat er alternativið til ein karm? Hvussu er fakfelagsrørslan fyri í Føroyum og nær kann politiska skipanin loyva sær at blanda seg uppí?

Tað kjakast Marita Rasmussen, fyrrverandi stjóri í Vinnunhúsinum, og Ingolf S. Olsen, sum hevur arbeitt fyri fleiri fakfeløg í fleiri ár, um í nýggjum parti av poddvarpinum Frí Mikrofon. Kjakið er upptikið tíðliga í morgun, 2.november.

Ert tú á heimasíðuni finnir tú kjakið her. Ert tú á appini, kanst tú finna knøttin “poddvarp” niðast og har finna røðina “Frí Mikrofon”.

frí mikrofon