Nýggjur partur: Heimleys annað hvørt vikuskifti
Tað stutta av tí langa
Tá ið føroysku myndugleikarnir senda børn av landinum til danskar kostskúlar, senda tey samstundis hesi ungu í heimloysi annað hvørt vikuskifti, tá ið skúlin er stongdur. “Eingin spurdi hvar eg fór, billettirnar blivu bara betaldar”, sigur Durita Simonsen í nýggjasta partinum av poddvarpsrøðini Kostskúlabørnini.
Umlættingarfamilju eina løtu
Kostskúlin í Sønderjyllandi var stongdur umleið annað hvørt vikuskifti, tá ið Durita Simonsen og fleiri onnur føroysk børn vóru á skúlanum upp á rokning hjá landinum.
Tað er ein veruleiki, sum Barnaverndin fyriheldur seg til fyrstu tíðina, tá ið Durita er í Danmark.
21. november 2008 skrivar Barnaverndin í Havn undir sáttmála við eina umlættingarfamilju, sum skal hýsa Duritu tey vikuskifti, tá ið skúlin er stongdur. Tí onkrastaðni skal hon jú vera, og Barnaverndin heldur ikki, at tað er rætt, at hennara sera ungu brøður, sum búgva í Danmark, skulu hava ábyrgdina av henni, hóast tað er tað, sum Durita helst vil.
Skjølini vísa, at Durita mótmælir og ikki dámar tankan, um at skula brúka síni vikuskifti saman við “gomlum fólkum”, men Barnaverndin stendur við sítt og ger greitt, at hetta er tvingandi neyðugt.
Durita kemur tí til eitt eldri par, men hendan tíðin er stokkutt. Og eftir at Durita upplivir hesi vaksnu drekka vikuskifti eftir vikuskifti, ger hon greitt, at nú má ein námsfrøðingur á kostskúlanum koma eftir henni — ella rýmir hon.
Eitt gott ár aftaná, at Durita byrjar hjá hesari umlættingarfamiljuni, sigur Barnaverndin í Havn formliga upp sáttmálan við tey, vísandi til, at Durita lítið og einki hevur verið har í sáttamálatíðini.
Hon hevur kortini fleiri ár eftir í Danmark um hetta mundið, og hóast Barnaverndin upprunaliga heldur, at tað er tvingandi neyðugt, at hon hevur eitt heim at fara til um vikuskiftini, so hendir einki meira á hesum økinum, tey árini Durita hevur eftir í Danmark.
Tí fer hon at reika runt Danmark, uttan nakað eftirlit og við ógvusligum fylgjum.
Tað kanst tú hoyra alt um í nýggjasta partinum av poddvarpsrøðini “Kostskúlabørnini”. Hann er komin út í morgun og er at finna á heimasíðuni og appini — í báðum førum undir “Poddvarp”.
Barnaverndin í Havn vil ikki svara okkara spurningum um hetta málið.
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.