Tað stutta av tí langa
Í 2011 kom Durita Simonsen loksins til ta niðurstøðu, at tilveran á kostskúlanum í Sønderjyllandi mátti enda. Í nýggjasta partinum skulu vit hoyra um nakrar sera ógvusligar hendingar, sum tykjast púra ótrúligar. Men vit hava funnið vitni, sum kunnu vátta tað, sum Durita greiðir frá. Skúlastjóri sigur seg ikki kenna til hendingarnar, men harmast, um næmingarnir hava kent seg ótryggar. Hoyr nýggjasta partin nú. 

 

Álop í kamarinum við Skype frá
“Katrin, ring til babba, ring til babba”. Tað var tað síðsta, sum vinkona Duritu hoyrdi á Skype samrøðu teirra millum, áðrenn teldan var smekkað saman og samrøðan avbrotin. 

Tær báðar prátaðu ofta fleiri tímar um dagin á Skype. Onkuntíð søgdu tær ikki so nógv, men vóru á hendan hátt saman í hvør sínum landi. 

Hendan dagin hoyrdi Katrin Oskarsdóttir hurðina í kamarinum hjá Duritu bresta upp. Hon hoyrdi onkrar dreingjarøddir, ljóðið av bardaga og at enda vinkonuna rópa neyðarróp eftir at fáa fatur á pápanum. Ikki tí, hann kundi ikki gera nógv, staddur í Føroyum, túsundtals kilometrar frá kostskúlanum í Sønderjyllandi. 

Hetta er bara enn eitt dømi um harðskapin á skúlanum. Men hendan dagin kom álopið av, at tað byrjaði at ganga slatur um, at Durita hevði sagt lærarunum frá rúsevnissmugling og líknandi. Hon hevði “snitchað”, sum tey kalla tað.

Og tá visti hon, at nú var tvingandi neyðugt at antin mótprógva slatrinum ella sleppa sær burtur sum skjótast. 

Hoyr nýggjasta partinum av poddvarpsrøðini Kostskúlabørnini nú. Hann er at finna á heimasíðuni og appini — í báðum førum undir knøttinum “poddvørp”.

 

Hetta sigur stjórin á kostskúlanum
Stjórin á kostskúlanum, Rikke K. Mathiesen, vil ikki gera samrøðu við Frihedsbrevet, men vit hava sent henni eina ørgrynnu av spurningum, sum hon hevur svarað skrivliga. Tey svarini leggja vit út her, so hvørt atfinningarnar verða bornar fram í poddvarpsrøðini. 

Spurningur: Durita greiðir frá, at tá hon vendi sær til skúlan um trupulleikar við happing og harðskapi, fekk hon sjálv ábyrgdina frá námsfrøðingunum, tí “tað er tín egna skyld”. Hava tit nakra viðmerking til hetta? 

Svar: Eg kenni ikki til nakra ítøkiliga hending, men eg kann bara siga, at eingir næmingar, hvørki tá ella nú, skulu halda, at tað er teirra egna skuld, um tey uppliva harðskap ella happing. Tí hava vit í dag eisini fastar mannagongdir og ætlanir fyri, hvussu vit handfara hendingar við harðskapi og ágangi, sigur Rikke K. Mathiesen, stjóri. 

Spurningur: Í februar í 2011 ringir eitt starvsfólk frá skúlanum til barnaverndina í Havn. Tá vil Durita ikki longur vera á skúlanum, tí hon er bangin. Starvsfólki á skúlanum sigur við barnaverndina, at eingi rúsevni eru á skúlanum og eingin er har, sum hevur sitið dóm, og tí skal Durita ikki vera bangin. Hava tit nakra viðmerking til tað? Átti skúlin ikki at virt, at ein næmingur kennur seg ótryggan? Kann tað hugsast, at skúlin hevur hugsað um næmingarnar sum inntøkukeldur? (fleiri næmingar, størri inntøkur til skúlan) og tí hevur sett tørvin hjá skúlanum hægri enn tørvin hjá næmingunum?

Svar: Vit skulu altíð virða, um ein næmingur kennir seg ótryggan. Okkara næmingabólkur er ein serstakur bólkur av børnum og ungum millum 13 og 18 ár, tey eru øll visiterað av sínari kommunu, og generelt hava tey ikki havt eina lætta byrjan upp á lívið. Tey koma tí við nógvum hendingum í kuffertinum, sum eitt nú kann viðføra eina umfatandi kenslu av ótryggleika. Tað skulu vit altíð taka alvorligt, og eg kann bara taka frástøðu frá tí, um ein næmingur ikki hevur upplivað tað so”, sigur Rikke K. Mathiesen, stjóri. Hon afturvísur eisini, at skúlin systematiskt hevur frávalt at ringja eftir løgregluni, tá ið álvarsligar hendingar eru farnar fram. 

Spurningur: Fleiri næmingar siga frá søgum um ein ávísan námsfrøðing, sum ikki vendi blinda eyga til trupulleikarnar á skúlanum, men hinvegin blandaði seg. Men tað fyrikemur rættiliga skipað, at skúlin tá ikki meldar mál um rúsevni, harðskap o.s.fr. til løgregluna. Hava tit nakra viðmerking til hetta? Hvat var praksis hjá skúlanum í mun til spurningin um at melda harðskapsmál?

Svar: Tað er ikki mín fatan, at skúlin systematiskt ikki meldaði mál, sum tey tit umrøða, til løgregluna. Tað er undir øllum umstøðum ikki soleiðis vit handfara mál í dag, har vit heldur proaktivt ringja eftir løgregluni, kommunum og øðrum myndugleikum, sigur Rikke K. Mathiesen, stjóri á kostskúlanum í Sønderjyllandi.

 

Hoyr nýggjasta partin av Kostskúlabørnunum á heimasíðuni og appini, í báðum førum undir “poddvørp”.