Nýggj Poddvarpsrøð: Tá Føroyar vaknaðu til boðini “Eg hava tikið abort”
Tað stutta av tí langa
8. mars 2023 boðaði eitt átak á sosialum miðlum um eitt nýtt tíðarmót í Føroyum. Kvinnur tóku hendan dagin blaðið frá munninum og ungar sum eldri søgdu við einum munni “Eg hava tikið abort”. “Vit vildu vísa, at tað er ikki so sárbart, sum tað ofta verður gjørt til”, sigur Alda Mohr Eyðunardóttir í nýggari poddvarpsrøð hjá Frihedsbrevet, sum eitur “Vit hava tikið abort”. Fyrstu tríggir partarnir eru tøkir nú.
Afturum abort
Í 2023 fyllur galdandi abortlóg 67 ár. Elligamla danska lógin er sostatt blivin pensjónist, men hon mann teljast millum minst umrøddu pensjónistarnar í landinum. Tí hóast kjak til tíðir hevur verið um hesa lóggávu, so hevur økið fyri tað allarmesta verið merkt av tøgn. Larmandi tøgn.
Men sama ár sum góða, gamla abortlógin gjørdist arbeiðandi pensjónistur, brutu føroyskar kvinnur tøgnina. Tøgnin og tilhoyrandi skommin skuldi nú gerast ein saga blot, tí við einum filmsbrotið 8. mars søgdu fleiri kvinnur hesa skommina frá sær við orðunum “Eg havi tikið abort”.
Sama 8. mars fekk løgmaður handað yvir 2000 undirskriftir frá føroyskum kvinnum og monnum, sum heita á løgmann um at dagføra lógina og gera hana linari.
Tí lógin er ikki kjølfest í 2023, so mikið eru tey flestu samd um. Tú kanst fáa abort, um tú t.d. er sálarliga veik, ella um barnið t.d. hevur kjans at útviklað epilepsi.
Meðan politiska leiðslan í Føroyum fyri fyrstu ferð síðani 1956 nú er sinnað at hyggja eftir lógini, so eru aðrir politiskir vindar í vesturheiminum. Í Danmark verður agiterað fyri at flyta markið til 22 vikur. Í USA hevur Hægsti rættur kolldømt ein gamlan úrskurð og við tí givið møguleika fyri, at einstøku statirnir banna abort. Ein avgerð, sum fekk bæði feministar og religiøs út á gøturnar at mótmæla ella fegnast.
Og í Føroyum finna vit somu skotgrøvir. Vit hava felagið Frítt Val, sum einans hevur fimm ár á baki og sum arbeiðir fyri, at kvinnur í Føroyum fáa sama møguleika — altso frí abortrættindi. Vit finna eisini Føroya Pro Vita, sum heldur vil forða fyri abort. Hesin seinni felagsskapurin er at finna á fíggjarlógini og hevur harvið stuðlar í øllum flokkum — ella soleiðis kunnu vit tulka støðuna, tí eingin hevur so tikið felagsskapin av fíggjarlógini, ella givið felagnum Frítt Val sama kjans.
Vit hava eisini kvinnur, sum hava tikið abort, og ikki halda tað er nakað stórvegis skammiligt ella ræðuligt at uppliva. Vit hava aðrar, sum hava tikið abort, men angra tað stórliga og tí eru ímóti. Vit hava tær, sum eru neyðtiknar, og hava fingið abort, men bert eftir at hava sagt sína søgu fyri fleiri læknum — eina søgu, sum tær ikki eru til reiðar at siga.
Vit hava eldri kvinnur, sum fingu abort í einari fornari tíð og kvinnur, sum arbeiddu í Danmark, tá ið danskar kvinnur høvdu sama stríðið, sum summar føroyskar kvinnur nú taka.
Vit hava átrúnaðarliga spurningin. Tí er abort eitt mál fyri Gud? Ella er abort eitt úrslit av tí patriarkalska samfelagnum, sum helst ikki sær slíkan seksuellan atburð frá kvinnum?
Her eru óteljandi spurningar, tema og vinklar.
Og hendan sama 8. mars søgdu samgonguleiðararnir, Aksel V. Johannesen, Høgni Hoydal og Ruth Vang, at tey eru sinnað at broyta lógina. Tað var enntá greitt, at tey eru sinnað at gera lógina linari. Í Danmark og londunum kring okkum er frí abort til 12. viku. Tað merkir bara, at tú nýtist ikki at geva grundgeving fyri, hví tú vilt hava abort, og tú einsamøll eigur avgerðina.
Nú málið er brandaktuelt, hevur Frihedsbrevet seinastu mánaðirnar arbeitt við einari poddvarpsrøð um abort. Fyrstu tríggir partarnir eru tøkir nú. Í næstu viku koma fleiri.
Vit tora at siga, at hetta er fyrstu ferð, at so nógvar kvinnur, so nógv sjónarmið eru savna á einum stað um hendan arbeiðandi pensjónistin frá 1956, sum fá eru góð við í dag. Og sum kanska verður lagdur í sína grøv innan alt ov langa tíð, skulu vit trúgva landsstýrismanninum í lógarmálum.
Ert tú á heimasíðuni, kanst tú hoyra poddvarpsrøðina her. Ert tú á appini, finnur tú poddvarpsrøðina “Vit hava tikið abort”, við at trýsta á knøttin “poddvørp” niðast á appini og leita eftir hesari røðini har.
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.