Amira Smajic um Amiru Smajic.

Áðrenn vinnulívssakførarin Amira Smajic gjørdist eitt kent andlit í øllum Norðurlondum í dokumentarrøðini Den Sorte Svane á danska Tv2, var hon stutt framvið á donsku redaktiónini hjá Frihedsbrevet.

Har føddist hugskotið um, at hon skuldi siga sína lívssøgu í einari poddvarpsrøð. Í lítlum upptøkuhølum í útjaðarinum av Keypmannahavn, gjørdi hon tí sjey samrøður við framleiðaran Thomas Arent, um sína ferð frá borgarakríggi í gamla Jugoslavia, til sítt lív í Keypmannahavn sum yndisadvokaturin hjá teimum kriminellu.

Hesar sjey samrøður hava ongantíð verið almannakunngjørdar áður, men tað verða tær nú í nýggjari poddvarpsrøð her á Frihedsbrevet.

Í hvørjum parti taka ábyrgdarstjórin á danska Frihedsbrevet, Mads Brügger, danski krimireportarin Carsten Norton og framleiðarin Thomas Arent okkum við á eina ferð ígjøgnum hugtakandi heimin hjá Amira Smajic, har tíðin veruliga ikki stendur still.

Hvørja viku koma nýggir partar til og við sjeynda partin.

Fyrstu partarnir eru komnir á heimasíðuna og appina í dag. Ert tú á heimasíðuni, finnir tú røðina við at trýsta her.

Ert tú á appini, finnir tú røðina Amira Smajic Båndene undir “Poddvarp”.