Tað stutta av tí langa
Hann gjørdist landskendur, tá ið hann misti læknaloyvi og skuldi inn at sita, eftir at fleiri kvinnur meldaðu hann fyri kynsligan ágang í sambandi við læknakanningar. Síðani hevur hann verið fleiri ferðir í rættinum, og fyri kortum var hansara navn aftur at síggja á rættarlistanum hjá Føroya rætti, hesaferð fyri hóttanir. Nýggja poddvarpsrøðin Læknin og loyndarmálini leitar aftur í tíð, grevar í fríkirkjum, satanistum og hóttanum ímóti almennum starvsfólkum. 

 

Fyrsti partur tøkur nú
Freddie Poulsen, navnframur fyrrverandi kommunulækni, er miðdepilin í nýggju poddvarpsrøðini hjá Frihedsbrevet.

Orsøkin er, at enn einaferð var navnið hjá Freddie Poulsen at síggja á rættarlistanum hjá Føroya rætti fyri kortum, í sambandi við eitt mál um hóttanir móti almennum starvsfólkum. 

Freddie Poulsen hevur sjálvur verið trupul at finna, m.a. tí hann er fluttur av landinum. Í dag er hann m.a. partur av eini umstríddari fríkirkju og einum felagsskapi, sum arbeiðir ímóti koronavaksinu. 

Í hesari poddvarpsrøðini leita vit aftur í tíð, vit leita útum landoddarnar til eina fríkirkju, vit hoyra um satanistar, nissur og djevlar. 

Tú kanst hoyra fyrsta part í dag, tú finnir røðina undir “poddvarp”.