Tað eru nú góð fimm ár síðani, at korona setti Føroyar niður í ferð, og heimurin brádliga broytti skap. Nú skuldu frástøða og smittuspjaðing gerast lyklaorðini, og nógv, sum í dag tykist púra óhugsandi, gjørdist brádliga gerandiskostur.

Nýggja poddvarpsrøðin, Krúnukrímið — sæð í bakspeglinum, hyggur aftur á koronutíðina, og saman við ávísum lyklafólkum í ymiskum samanhangum frá tí tíðini, royna vit at eftirmeta tað, sum tá hendi.

Fyrstu tveir partarnir eru komnir á heimasíðuna og appina í dag. Fyrsti parturin er ein intropartur, har redaktiónin á Frihedsbrevet minnist aftur á og setur orð á nakað av tí, sum hendi, tá ið korona rakti Føroyar.

Næsti partur byrjar 12. mars 2020, tá ið journalistar í Føroyum savnaðust í Tinganesi til tíðindafundin, sum setti Føroyar niður í ferð. Ótti merkti tíðindafundin, men var fokusið rætta stað? Finnur Koba er gestur í hesum partinum.

Fleiri partar koma í komandi viku.

Ert tú á heimasíðuni finnir tú poddvarpsrøðina við at trýsta her. 

Ert tú á appini, finnir tú røðina undir “poddvarp”.