Her er der en lydafspiller

Men før du kan se den, skal du acceptere cookies fra vores lydleverandør.

Tað stutta av tí langa
Í 2008 varð Durita Simonsen í Havn send á kostskúla í Danmark. Orsøkin var, at hon tá trívist illa í Føroyum og eftir foreldrini fóru hvør til sítt, er støðan millum hana og mammuna versnað. Tí er Barnaverndin í myndini og tað verður avrátt av fleiri myndugleikum, at Durita skal fara til Danmarkar á kostskúla. Hendan avgerðin leiðir til fleiri ár av harðskapi, happing og tí, sum verri er. Durita er bara ein av fleiri føroyskum børnum, sum eru send til donsk tilboð, og koma aftur við nógvum ræðuligum upplivingum í kuffertinum.

 

Tey føroysku problembørnini
Hvat hendir við teimum ungu, sum mistrívast í heiminum og í heimbýnum/bygdini, og tey tí hava tørv á øðrum kørmum eina løtu? 

Tað er ivaleyst nógv svør upp á tann spurningin. Men eitt svar finna vit í Danmark, á donskum kostskúlum, har nøkur børn og ung í Føroyum í nýggjari tíð eru send, upp á landsins besta. 

Tað varð Durita Simonsen í Havn í 2008, eftir ein fund á Psykiatriska deplinum í mai hetta sama árið. Á fundinum eru foreldrini hjá Duritu, hennara flokslærari, ein barnapsykiatari, umboð fyri barnaverndina og ein sjúkrarøktarfrøðingur í barnapsykiatriini. 

Endamálið er at tosa um Duritu, sum tá hevur stríddst í fleiri ár. 

“Lívið var trupult, tað gekk illa heima og tað gekk illa í fólkaskúlanum”, greiðir Durita Simonsen frá í fyrsta parti í nýggjari poddvarpsrøð “Kostskúlabørnini”. 

Í skjølunum hjá Duritu lesa vit, at Durita sjálv hevur ynskt sær at sleppa av landinum, tí hon stríðist. Hon hevði hoyrt um onkran, sum er farin til Danmarkar á hendan sama hátt, og tað ljóðar lokkandi. 

Hon fær játtað fyrispurningin frá myndugleikunum og fer til Danmarkar. Men fyrsta valið av skúla eydnast ikki og hon fer skamma stund eftir á ein annan skúla, har hon skuldi vera í fleiri ár. Tann skúlin var ikki fyri sartar sálir, og tað fann Durita útav fyrsta dagin. 

Tí tann allar fyrsta dagin varð hon álopin av øðrum gentum á skúlanum og sligin fleiri ferðir. Hon skuldi ikki halda seg vera nakað serstakt, vóru boðini. 

Hesin fyrsti dagurin vísti seg at vera sera umboðandi fyri lívið á kostskúlanum í Sønderjyllandi. Bæði fyri atburðin hjá næmingunum, og fyri atburðin hjá teimum vaksnu starvsfólkunum, sum hildu, at Durita skuldi bara taka hendingina sum eina viðurkenning av, at aðrar gentur hildu hana vera ein hóttan. 

 

Nýggja poddvarpsrøðin
Í nýggjari poddvarpsrøð hjá Frihedsbrevet, sum er komin út við fyrstu pørtunum í dag, siga vit søguna hjá Duritu Simonsen í Havn. Durita varð í 2008 send til Danmarkar á hendan kostskúlan í Sønderjyllandi og var har í trý ár. Hon vil nú siga frá sínari tilveru á hesum skúlanum, sum føroysku myndugleikarnir sendu hana til. 

Men hon er ikki tann einasta. Gjøgnum hennara skjøl, vitnisfrágreiðingar, innlit í skjøl frá løgregluni og samrøður við fleiri aðrar fyrrverandi næmingar á sama skúla, hava vit á Frihedsbrevet gravað í tilveruni hjá føroysku næmingunum á hesum danska kostskúlanum. Vit hava tosað við fleiri ungdómar frá sama skúla —  summi teirra hava latið síni skjøl viðvirka til at siga søguna. Onnur vilja siga okkurt dulnevnt, og onkur hevur váttað ymsar hendingar, sum Durita Simonsen greiðir frá. Vit hava eisini fingið skjøl frá donsku løgregluni, vit hava lisið journalina hjá nøkrum næmingum, og vit hava funnið vitni til nakrar ítøkiligar hendingar. Alt tilfar, sum sigur søguna um tilveruna hjá nøkrum føroyskum børnum, sum verða send av landinum.

Vit hava roynt at fingið samrøðu við leiðsluna á kostskúlanum í Sønderjyllandi til poddvarpsrøðina. Rikke K. Mathiesen, stjóri, vil ikki gera samrøðu við Frihedsbrevet, men hon hevur svarað okkara spurningum skrivliga. 

Vit fara at útgeva hennara skrivligu svar her á síðuni, so hvørt partarnir við ákærunum móti skúlanum koma út. 

Í dag eru tveir partar komnir út, sum tú kanst hoyra á appini ella á heimasíðuni undir “poddvørp”. 

 

Hetta sigur kostskúlin
Rikke K. Mathiesen, stjóri í skúlanum, hevur svarað okkara spurningum skrivliga. Teir, sum eru viðkomandi til fyrstu tveir partarnar, síggjast her: 

Spurningur: 

Durita greiðir eitt nú frá, at fyrstu ferð hon var fyri harðskapi frá øðrum gentum á skúlanum, vendi hon sær til starvsfólkini á skúlanum, sum søgdu, at hetta skuldi hon ikki taka sær av. Hetta skuldi hon taka sum eitt kompliment, tí hinar genturnar hildu hana vera ein hóttan móti teimum. Hava tit eina viðmerking til hetta? 

Svar: 

Eg varð sett í starv í kostskúlanum í mars í 2009 sum námsfrøðingur, og eg minnist væl nevnda næmingin — og hinar tríggjar næmingarnar úr Føroyum, sum vóru har tá. Men eg minnist ikki hesa ítøkiligu hendingina. Eg kann siga, at um ein næmingur hevur upplivað tað sum, at starvsfólkini tileingisgera upplivingarnar hjá teimum, so er tað upp á ongan máta í lagi. Soleiðis skal tað ikki vera — hvørki tá ella í dag. 

Spurningur: 

Bæði Durita og aðrir næmingar greiða frá, at á skúlanum høvdu tær seksuell sambond sum 13–14 ára gamlar, við dreingir, sum vóru 15–16 ára gamlir. Hetta hendi undir umstøðum, sum vit í dag vildu mett sera nær við tvingsil. Næmingar greiða m.a. frá, at eldri dreingir høvdu veddimál um, hvør skuldi inn á kømrini hjá gentunum at hava sex við teimum. Ein av næmingunum sigur, at hon segði lærarunum frá hesum, men tað varð tileinkisgjørt. Hava tit nakra viðmerking til hetta? Heldur skúlin at sex hjá 13–14 ára gomlum er í lagi/vanligt? Hvat gjørdu starvsfólkini, tá tey hoyrdu um seksuell sambond hjá so ungum børnum?

Svar:

Um tað tit greiða frá her, er hent, er tað upp á ongan máta í ordan. Síðani tá eru vit blivin munandi meira greið í okkara støðutakan, eitt nú við greiðum reglum, sum m.a. siga, at næmingar undir 15 ár skulu hava hurðina heilt opna, tá ið tey hava vitjandi á kamarinum. Samstundis siga okkara reglur, at tú sum næmingur ikki má hava samlegu ella annað kynsligt samband við nakran, sum er undir 15 ár. Um tað er hent, verður tað meldað til løgregluna, og málsviðgerin og foreldrini verða kunnað. 

 

Hoyr fyrstu partarnar av røðini Kostskúlabørnini nú.