Tað stutta av tí langa
Nýggjur partur av Brotsvarpinum: Eru samkynd fevnd av lógini um 266b? Tað er spurningurin, sum Føroya rættur nú skal taka støðu til — og tí er fyrsta málið um brot á 266b móti samkyndum nú útsett. Orsøkin er, at orðavalið í lógini er ógreitt. 

 

Hvat merkir “kynsligur samleiki”?
Tað er tann stóri sppurningurin, sum Føroya rættur nú hevur sett á breddan. Klokkan 10 í morgun byrjaði Føroya rættur sítt fyrsta mál um brot á 266b, sum skal hava verið framt móti einum samkyndum. Málið snýr seg um, at Beinir Joensen, viðmerkjari á Facebook, hevur kallað John Johannesen, vert í Degi og Viku, fyri “kynsvilling”, og deilt eina mynd við boðskapinum “kynsvilla er sálarsjúka”. 

Málið varð tó ikki avgreitt, tí dómarin setti spurning við, um samkynd eru vard av lógartekstinum. 

Grundgevingin fyri tí er, at at í lógini stendur skrivað, at “kynsligur samleiki” er fevndur av lógini. Men hvat er “kynsligur samleiki”? 

Hyggja vit á heimasíðuna hjá LGBT Føroyum er ein orðalisti. Har stendur, at “kynssamleiki”, sum er tað tættasta vit koma at “kynsligum samleika”, merkir “tann kynsfatanin mann hevur av sær sjálvari ella sær sjálvum”. Also heldur LGBT, at kynssamleiki sipar til transperónar. 

Frihedsbrevet var í rættinum — hoyr Jan Lamhauge greiða frá tí litríka rættarmálinum í røðini Brotsvarpið. Tú finnur Brotsvarpið undir “poddvarp”.

Frihedsbrevet hevur áður skrivað um málið, og m.a. gjørt samrøðu við Beinir Joensen. Greinin sæst her, um tú ert á heimasíðuni. Ert tú á appini, kanst tú leita aftur til apríl: 

Ákærdur fyri at kalla Dag og viku-vert “kynsvilling”