Hon er ein av størstu fyritøkunum í Danmark, og hevur nógvar træðrir til Føroya. Eitt nú hevur heilivágsfyritøkan Novo Nordisk bygt nýggja Stenø miðstøðina hjá Landssjúkrahúsinum — til bæði rís og rís frá politisku skipanini gjøgnum árini.

Novo Nordisk er blivin enn størri við nýggja slankiheilivágnum Wegovy, sum eisini fleiri føroyingar nýta, og sum av álvara hevur fingið vind í seglini hjá risa fyritøkuni. Men hvørjar arbeiðshættir hevur Novo Nordisk nýtt fyri at gerast størsta fyritøkan í Danmark og ein av størstu fyritøkunum í heiminum?

Í poddvarpsrøðini NovoLand kanna donsku journalistarnir hjá Frihedsbrevet, Mathias Blædel Lorenzen og Lasse Sandborg valdið og arbeiðshættirnar, sum liggja aftanfyri gullrandaða rokniskapin hjá Novo Nordisk.

Finn røðina og tríggjar teir fyrstu partarnar undir “poddvarp”.