Niður í ferð til ólavsøku
Kæri lesari,
Sum tú kanska hevur varnast, hevur títtleikin av søgum og poddvørpum okkara ikki verið sum hann plagar, hesar seinastu dagarnar. Redaktiónin er nevniliga farin niður í ferð fram til ólavsøku. Tað merkir ikki, at eingin søga kemur út, men hinvegin, at vit heldur nýta orkuna at arbeiða við størri søgum, sum koma eftir ólavsøku.
Eitt poddvarp er tó komið út í vikuni og tað kemur eitt aftrat, tá ið Frímælt er á skránni fríggjadagin. Seinni í dag kemur eisini ein grein.
Vit koyra aftur eins og vanligt eftir ólavsøku.
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.