Hóast fólk siga seg hava verið fyri mismuni, happing og sjikanu í eini trivnaðarkanning av arbeiðsumhvørvinum á Tórshavnar musikkskúla, kunnu úrslitini ikki lesast á ein so einfaldan hátt. Tað heldur Agnar Lamhauge, sum seinastu 18 árini hevur undirvíst á hesum sama musikkskúla. Hann hevur heldur hug at vísa á eina ósunna mentan millum ávís starvsfólk. “Eg eri sera skeptiskur um hetta. Í ávísum føri trúgvi eg tí als ikki,” sigur Agnar Lamhauge við Frihedsbrevet.