“Eg havi ikki stolið 10 milliónir, eg havi ikki dripið nakran, misbrúkt nakran ella tikið rúsevni”. Tað sigur Mildrid á Lógv, nú fríttstillaði leiðarin á Skálagarði í Klaksvík í nýggjum poddvarpi hjá Frihedsbrevet Frí Mikrofon, sum er komið út í dag.

Frihedsbrevet hevur sett stevnu móti Klaksvíkini í royndini at fáa innlit í tað, sum Føroya mest umrøddi millumleiðari í hesum døgum, hevur upplivað seinastu tveir mánaðirnar.

Síðst í apríl fær hon eitt skriv frá Almannaverkinum, sum sigur, at tey hava í hyggju at enda samstarvið við hana. Síðani verður hon fríttstillað í starvinum og burturvíst av Skálagarði, men enn er einki ætlanarskriv um uppsøgn komið. Hví verður ein millumleiðari fríttstillaður og enntá burturvístur? M.a. tað tosa vit um í poddvarpinum.

Tú finnur Fría Mikrofon á heimasíðuni og appini, í báðum førum undir “poddvarp”.

Frihedsbrevet hevur áður skrivað greinar um málið. Í tí sambandi hava vit ynskt viðmerkingar frá Almannaverkinum — Edvardi Heen og eindarleiðsluni á økinum. Men tey hava ikki ynskt at viðmerkja ítøkiliga málið.

Frihedsbrevet hevur vitjað Mildrid á Lógv í vikuni. 

Hendan samrøðan er gjørd miskeiðis í vikuni. Málið flytir seg allatíðina, og nakrar greinastubbar hava verið frammi síðani hendan samrøðan var gjørd, umframt, at Almannaverkið hevur víst størri áhuga fyri at lata alment innlit í málið, tó tað ikki alt er komið enn. Vit fylgja málinum leypandi, sjálvandi. 

Les eisini:

Skálagarður í Klaksvík: Starvsfólkini vilja hava leiðaran aftur

Skálagarður í Klaksvík: Starvsfólk flýggja og leiðarin í bíðistøðu