Tað stutta av tí langa
Den Sorte Svane hevur havt stórar avleiðingar. Bæði fyri persónar og íblandaðar fyritøkur og fyri politiskar og samfelagsligar reaktiónir. “Tað er ein journalistisk dreymastøða”, sigur Mads Brügger, sum vísir á, at ofta avdúka miðlarnir korruptión og ólógligar hendingar, men tað er sum at sláa í eina dýnu. Hoyr samrøðu við Mads Brügger í Frí Mikrofon.

Hendan greinin verður ikki lisin, men samrøðuna við Mads Brügger kanst tú hoyra í Frí Mikrofon. 

 

Eitt sokallað “easteregg”
Á mest umrødda kontórinum í Danmark, skrivstovuni hjá Amiru Smajic, hongur eitt listaverk. Ein plakat, sum er ein endurprenting av kendum málningi hjá listakvinnuni Fridu Khalo, har hon hevur málað seg sjálva tvær ferðir. Eina hevur hon málað sum eina kvinnu við barni í hondini. Hina sum eina kvinnu, sum hevur hjarta í hondini. 

Málningurin umboðar tær tvær kvinnurnar innan í Fridu Khalo sjálvari — eitt innara sjálvportrett, har vit hitta ta ísakøldu, sum hevur fingið tikið hjartað, og vit hitta ta hjartaligu, sum hevur barnið í hondini. 

Tað er ikki tilvildarligt, at júst handan myndin hongur á vegginum. Hon er vald av Mads Brügger, stigtakara og verti í sendirøðini Den Sorte Svane og ábyrgdarstjóra á Frihedsbrevet.dk. 

“Myndin er eitt páskaregg. Eg havi hongt myndina har, tí eg hevði eina vón um, at onkur av kundunum á skrivstovuni fóru at spyrja um myndina”, greiðir Mads Brügger frá í nýggjasta partinum av Frí Mikrofon

Og eftir óteljandi tímar av fundum, upptøkum og dramatiskum hendingum á advokatkontórinum við teimum mongu upptøkutólunum, hendir tað loksins.

Jimmy Skjoldborg, Bandidos rokkarin, sum stríðist fyri at halda saman upp á allar partar, situr og hyggur upp á myndina og spyr Amiru um málningin. Tá greiðir Amira sjálv frá, at hendan myndin súmboliserar eisini seg. At hon er tveir persónar. Tann hjartaliga mamman, og tann ísakaldi advokaturin, sum einki hjarta hevur. 

“Óbeinleiðis greiðir Amira her Jimmy frá, at hon spælir eitt dupultspæl”, greiðir Mads Brügger frá — ein sena frá dokumentarrøðini, sum hann er serstakliga fegin um. 

Jimmy Skjoldborg, Bandidos rokkari. Myndin er frá dokumentarinum hjá Tv2.

 

Sendingin fingið risastórar avleiðingar
Síðani Den Sorte Svane kom út á danska TV2, hava reaktiónirnar verið ógvusligar.Fleiri lyklapersónar í sendingunum hava merkt avleiðingarnar av at verða avdúkað. Eitt nú advokaturin í viðurkenda advokatfelagnum Horton, Nicolai Dyhr. Hann er farin frá sum partnari í Horton, hevur mist fleiri týðandi nevndarsessir, og 16 mál, sum hann hevur staðið á odda fyri, og sum vóru liðugt viðgjørd, verða nú tikin upp aftur. Politisku og samfelagsligu reaktiónirnar hava verið øgiligar, og tippini regna inn á fleiri redaktiónir í Danmark frá fólki, sum hava søgur at siga um persónarnar og fyritøkurnar í Den Sorte Svane. Tað er ein journalistiskt dreymastøða, heldur Mads Brügger. 

“Ofta avdúka miðlarnir korruptión og ólógligar hendingar. Vit síggja tó ofta, at tað bara rennur út í sandin og ongar avleiðingar fær. Hesa ferð er ein lang røð av sterkum reaktiónum, sum mugu sigast at vera ein støða, sum journalistar bara kunnu droyma um”, sigur Mads Brügger.

Í nýggjasta partinum av Frí Mikrofon greiðir Mads Brügger frá um hendingarnar í kjalarvørrinum av Den Sorte Svane. Hann nemur við trygdina rundan um verkætlanina, og hann viðmerkir nakrar ógvusligar og merkisverdar senur frá dokumentarrøðini, sum hevur tikið Danmark og Norðurlond á bóli. Og so greiðir hann frá tí, sum hann heldur, er tað mest umráðandi at taka við sær frá hesari dokumentarrøðini. 

 

Hoyr samrøðu, sum Rólant Waag Dam hevur gjørt við Mads Brügger, í poddvarpsrøðini Frí Mikrofon. Ert tú enn ikki limur, kanst tú gerast limur á frihedsbrevet.fo, og trýsta á knøttin “Ver Limur”.