Lortavatn rennur á sjógv: “Kjokkfult av vandamiklum bakterium á sjógvi og landi”
Tað stutta av tí langa
Hevur tú ein illfýsnan dag staðið við parkeringsplássið hjá Betri Yviri við Strond í Havn, ert tú sannlíkt farin heim við kjokkfult av vandamiklum bakterium á bilinum. Tí skarnið frá 6.000 fólkum rennur beint á sjógv, púra óreinsað, og kemur til sjóndar bæði í sjónum og í hyljum rundanum. “Eitt er, at tað er ólekkurt, men tað er eisini heilsuskaðiligt”, sigur Anni Djurhuus, ph.d í lívfrøði. “Vit eru noydd at gera nakað við hetta”, sigur Pál Weihe, yvirlækni.
Eingin verulig reinsing
Millum Skansan og Betri Banka Yviri við Strond í Havn er ein risabrunnur. Hesin brunnur samlar lortin hjá 6.000 fólkum saman í ein stóran ellibita, og alt tað, sum flóta kann, rennur púra óviðgjørt út á sjógv.
Gongur tú so ein túr í fjøruni framvið Betri Banka, sært tú úrslitið av tí. Nevniliga brúna evju renna beint á sjógv, har sjófuglar hugna sær og eta burtur av tí, sum borgarar í Tórshavnar kommunu hava latið eftir sær.
Saman við lesandi á Fróðskaparsetrinum hevur Anni Djurhuus, ph.d í lívfrøði og adjunktur á Fróðskaparsetrinum, gjørt nakar kanningar av tí evju, sum rennur út á havið júst frá hesum brunninum Yviri við Strond. Og úrslitið er skakandi.
“Tað vísir seg, at tað eru smekkfult av tarmbakterium í tí, sum rennur út á havið”, sigur Anni Djurhuus.
Tey hava tikið royndir beint frá rørinum, nakað burtur frá og longri burturi. Og óansæð hvussu langt burturi tey hava kannað, hava tey ongar royndir tikið, sum ikki innihalda tarmbakteriur.
Tey hava eisini kannað hyljar rundanum Boðanes og har um leiðir, og úrslitið er hitt sama — bakteriur trívast har, sum einans eru at finna í tarmskipan hjá fólki og djórum við heitum blóði. Tað merkir, at tá ið børnini skulu spæla í fjøruni ella í hyljum á landi nærhendis, ja so eru tey í vanda fyri at fáa hesar bakteriur á og í seg.
Umframt tað hava tey gjørt onkrar kanningar, sum enn ikki eru lidnar, har tey hyggja eftir, um hesar bakteriur eru at finna í luftini. Hetta gera tey við at seta kanningarútgerð á lyktapelar og kanna tað fyri tarmbakteriur. Úrslitini av hesum eru ikki fingin til vega enn, men Anni Djurhuus sigur, at tær vænta at síggja tarmbakteriur her eisini.
Tað er herfrá, at skarnið rennur út á sjógv.
Bakteriur mótstøðuførar móti antibiotika
Tað, sum Anni Djurhuus sigur seg stúra um, er, hvussu hetta ávirkar heilsuna hjá borgarum í Havn. Tí meðan hetta einans er eitt rør Yviri við Strond, sum tey hava kannað, so eru sera nógv slík rør í Havn, sum virka eftir somu prinsippum.
Og á Fróðskaparsetrinum hava tey kannað, um hesar tarmbakteriur eru mótstøðuførar móti antibiotika — tí tað er tá, at hetta gerst serliga vandamikið, um ein verður útsettur fyri slíkum bakterium.
“Tá tú blandar allan lortin saman í eina stóra evju, er tað eginleikin hjá hesum bakterium, at tær formera seg og spreiða dna-pettir víðari ímillum sín. Tað hevur við sær, at tað eru fleiri antibiotika resistentar baktieriur, sum fara út úr brunninum, enn tað eru, sum koma inn í brunnin”, sigur Anni Djurhuus.
Og júst talið av bakterium, sum eru mótstøðuførar móti fleiri antibiotika, eru nógvar, men helmingurin av bakteriunum eru í øllum førum mótstøðuførar móti einum slagi av antobiotika — sum t.d. penicillin. Hesar eru at finna í øllum royndunum, sum tey á Fróðskaparsetrinum hava gjørt Yviri við Strond.
Hvat er so avleiðingin av tí?
“Tú kanst í ringasta føri gerast sjúkur av eini bakteriu, sum er immun fyri antibiotika”, sigur Anni Djurhuus.
Tað merkir, at tá ið á stendur, og tú hevur tørv á antibiotika fyri at gerast frísk av onkrar herviligari sjúku, ja so er einki at gera, tí penicillini rínur ikki við, tí tú ert fylt við bakterium, sum eru mótstøðuførar móti hesum heilivágum.
“Hetta vatnið má reinsast so ella so. Tað gevur onga meining at rópa hendan brunnin fyri ein reinsibrunn, tí einki verður reinsað sum so. Tað er bara ein brunnur, sum heldur skarnið aftur, sum ikki er heilt flótandi og alt, sum flýtur omaná, fer beint út aftur”, sigur Anni Djurhuus.
Á Fróðskaparsetrinum halda tey fram við hesum fyribilskanningunum, og tey fara nú at kanna mongdina av tarmbakterium, sum flóta út í havið og ikki minst hvussu nógvar bakteriur og hvørji sløg, sum eru mótstøðufør, eru at finna í hesari skarnevjuni.
Undir hesum lokinum er risabrunnurin.
Mugu gera fleiri kanningar
Pál Weihe, yvirlækni og leiðari á deildini fyri Arbeiðs- og almannaheilsu, ynskir fleiri kanningar av málinum.
“Um so er, at tað finnast bakteriur á landi, sum eru mótstøðuførar móti antibiotika, og tað stavar frá menniskjum, so kann tað vera ein stórur trupulleiki”, sigur Pál Weihe.
Um bakteriurnar eru frá menniskjum ella djórum er ikki púra vist enn, men Anni Djurhuus heldur, at sannlíkindini eru har.
“Vit vita, at alt skarn frá menniskjum verður savnað har, sum so rennir saman við lorti frá øðrum djórum eisini. Men har eru so nógvar bakteriur frá mennsikjum, og bakteriurnar eru so konsentreraðar, at vit meta sannlíkdini eru stór fyri, at hesar bakteriurnar á landi eisini stava frá menniskjum”, sigur Anni Djurhuus.
Og tað kann vera ein møguligur fólkaheilsutrupulleiki, um Fróðskaparsetrið hevur rætt í tí, sigur Pál Weihe.
“Um tú framvið landi finnur hyljar við bakterium, sum eru mótstøðuførar móti antibiotika, og hetta kemur frá kloakkunum, so er tað ein møguligur fólkaheilsuligur trupulleiki. Fólk ganga har og børn spæla og svimja í hyljunum, so tað er neyðugt at fáa fult innlit í, hví hesar bakteriunar eru har”, sigur Pál Weihe.
Hann vísur á, at eitt er, at havnabúgvar fáa bakteriur frá hvørjum øðrum, men vit hava eisini vitjandi fólk úr útlandinum í Havn, og tá kann tað gerast serstakliga vandamikið.
“Ferðafólk t.d. kunnu koma við heilt øðrum bakterium, sum vit so verða útsett fyri, og tá er tað serliga vandamikið”, sigur Pál Weihe.
Umframt støðuna á landi heldur Pál Weihe, at tað er neyðugt at hyggja eftir tí, sum fer út á hav.
“Verður tað liggjandi har og ein høg konsentratión savnast eitt stað, har fuglur og fiskur kann liggja í tí, so verða bakteriunar spreiddar á tann hátt, og tað er eisini ein trupulleiki”, sigur Pál Weihe.
Hann er samdur við Anni Djurhuus í, at hetta má kannast til fulnar.
“Vit mugu fáa fult yvirlit yvir støðuna og orsøkirnar til tarmbakteriurnar á landi, og er tað so, sum Fróðskaparsetrið metir er sannlíkt, mugu tiltøk setast í verk beinan vegin”, sigur yvirlæknin.
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.