Lívið sum eldri føroyingur: Jessy hevur svull á heilanum og situr óttafull við hús
Tað stutta av tí langa
Hagtølini eru ring, men veruleikin nógv verri fyri tey, sum sita heima og bíða eftir sínum tørni til at sleppa fram at einum tryggum ellis- ella røktarheimsplássi. Ein teirra er 88 ára gamla Jessy Bech í Porkeri. Hon er nú so minnisveik, at hon at kalla alt samdøgrið er bangin, tí hon veit ikki, um hon er trygg, har hon er.
“Hon biður javnan sjálv um at sleppa á ellisheimið, tí har minnist hon, at hon kennir seg trygga”, greiða avvarandi frá.
“Vit hava snøgt sagt einki pláss”, sigur leiðarin á eldraøkinum í Suðuroy.
Tungur veruleiki
“Tað er so tungt at síggja eina áður so virkna kvinnu, sum fylgdi so væl við í lívinum hjá familjuni, nú sita og stara óttafull út gjøgnum vindeyga, tí hon ikki kennir seg trygga”.
Tað siga Jeannet Ryggshamar Bech og Hanna Bech Samuelsen, nú Frihedsbrevet hittir tær til eitt prát um 88 ára gomlu Jessy Bech, ommuna í Porkeri.
Jessy hevur fingið svull á heilan. Fyri einum góðum ári síðani frætti familjan um svullin, og boðini vóru, at tey skuldu njóta seinastu tíðina við ommuni.
Nú, eitt ár seinni, er Jessy minnisveik og ein røktarkrevjandi eldri kvinna. Hon veit ikki altíð, hvar hon er, hvør er har og um hon er trygg. Hon veit ikki altíð, um hon hevur etið, og tíansheldur um hon hevur tikið sín heilivág. Ansast má tí eftir henni at kalla alt samdøgrið, og hon má hava hjálp til so at siga alt.
Í grundini er Jessy ein palliativur sjúklingur og hevur standandi innlegging á Suðuroyar sjúkrahúsi, tí ein svullur sum hennara er ikki at spæla við, og veruleikin kann broytast nógv frá degi til dags.
Men hóast tað, sleppur Jessy ikki fram at ellis- ella røktarheiminum í Suðuroy, og tí noyðast børn hennara at passa hana nátt og dag.
Átrúnaður hevur fylt nógv í lívinum hjá Jessy-.
Ótti sum fylgisveinur
Eitt langt lív hevur Jessy arbeitt á flakavirki, til hon gjørdist 67 ár og bleiv pensjónerað. Ommudøturnar minnast kritahvítu kitlarnar, sum altíð hingu á snórinum hjá ommuni í Porkeri, tí reinlig og ordilig var hon, og kitlarnir skuldu skína til næsta arbeiðsdag.
Jessy og maður hennara, Erling Bech, hava altíð verið trúgvandi fólk og hava livað sítt lív í heimbygdini Porkeri, har tey fingu trý børn, mong ommu- og abbabørn og nú langommubørn eisini.
Jessy hevur alt sítt lív gingið nógv á møti og hevur andaliga lívið fingið nógva rúmd í gerandisdegnum hjá hjúninum. Tað eru nógv ár síðani, at Erling fór. Øll hesi árini hevur Jessy tó verið klár og virkin og ein trúfastur fylgisveinur hjá Jeannet, Hannu og hinum í familjuni Bech. Og hóast Jessy nú er minnisveik, so livnar hon framvegis upp, tá ið hon hoyrir andaligan tónleik spæla og fær høvi at syngja við.
“Fyri umleið einum ári síðani, fór omman at helst ikki vilja fara á møti ella at hitta fólk annars, tí hon var so bangin fyri, at hon ikki fór at minnast navnið á fólki, ella at hon ikki fór at duga at svara teimum upp á spurningar. Men nú er eisini tað farið”, sigur Jeannet Ryggshamar Bech.
Jessy og Erling Bech á teirra vígsludegi.
Eitt minnist hon tó. Tað er, at hon kennir seg trygga, tá ið hon er til t.d. umlætting, og tí vil hon gjarna á ellisheim at búgva, har hon veit, at fólk eru alt samdøgrið.“Hon spyr ofta, um vit ikki bara kunnu koyra hana á ellisheimið, tí har er gott at vera”, sigur Jeannet Ryggshamar Bech.
Men hóast hon hevur staðið á bíðilista í trý ár, so er framvegis ikki pláss fyri henni.
Nú árini eru blivin nógv í tali, ein svullur er komin á heilan og minnið er at kalla púra farið, er veruleikin hjá Jessy nógv broyttur. Ótti fyllir nú lívið, tí við fjarandi minninum gerst Jessy alsamt bangnari.
“Tá ið hon er einsamøll, følir hon seg øgiliga einsamalla. Hon er fylt við ótta hvønn dag, tað síggja vit, sum kenna hana, hóast hon ikki dugir at siga frá tí longur. Í 2024 eiga vit at vekta sálarligar sjúkur líka nógv sum var tað eitt likamlig sjúka”, sigur Hanna Bech Samuelsen og vísir á, at tá ið onkur er hjá henni, er Jessy trygg. Men hon minnist ikki, tá ið onkur hevur vitjað hana, og tí kennir hon seg helst einsamallari, enn hon í veruleikanum er.
“Hon gongur uppi um náttina og leitar eftir fólki, tí hon veit ikki, um tað er dagur ella nátt. Hon ringir eisini til fólk á nátt, fyri at vita hvar tey eru, og fyri at spyrja um tað er dagur ella nátt. Óttin um at vera einsamøll fyllir alt hjá ommuni”, greiðir Hanna Bech Samuelsen frá.
Tvær ommur í truplari støðu
Jeannet Ryggshamar Bech er eisini ommudóttir Salomu Ryggshamar í Vági, sum vit hava skrivað um fyri kortum. Saloma doyði um vikuskiftið. Men áðrenn hon doyði var hon eisini á akutlistanum, m.a. tí hon var illa gongd og tey avvarðandi vóru bangin um hana, tá ið hon var einsamøll.
Les greinina her ella finn hana aðrastaðni á appini.: Eldraøkið undir álvarsligum trýsti: Vantandi pláss seta fólk í vanda
Tí hevði Jeannet — fram til vikuskiftið — ikki færri enn tvær ommur á akuttlistanum yvir tey, sum áttu á fingið búpláss her og nú.
Fantastisku heimahjálpirnar fáa nógvar rósur fyri arbeiðið við Salomu og Jessy, men tað er ikki nóg mikið, sum støðan er blivin. Umframt heimahjálp, hevur Jessy eisini tilboð um at fara í dagtilhald í Vági. Men av tí, at hon er so illa fyri, svevur hon nógv, tá ið hon er har. Tað er tað, hon megnar, og hóast tað ikki beinleiðis er ynskiligt, at omman skal fara í dagtilhald at sova millum onnur, so er eingin annar møguleiki. Annars gongur tað ikki upp, tí børnini mugu arbeiða um dagarnar. Hon er tí í dagtilhaldi at kalla ein heilan arbeiðsdag, men hevur einki kamar. Tí svevur hon í einum stóli, tá ið hon hevur tørv á tí, sum hon ofta hevur. Í dagtilhaldinum er annars gott at vera, og nógv at takast við, um ein megnar tað. Men tað ger Jessy ikki.
“Eg kundi ikki ímyndað mær, at tað stóð so illa til á eldraøkinum, sum eg upplivi nú við báðum ommunum”, sigur Jeannet Ryggshamar Bech við Frihedsbrevet.
Fyri familjuna í Porkeri er tað eisini ófatiligt, ørkymlandi og satt at siga heldur skakandi at uppliva, at um ein svullur verður staðfestur á tínum heila, tú ert minnisveik og hevur angist á ellisárum, so er tað kortini ikki tú, sum hevur rætt til at fáa hjálp frá eldraøkinum. Mann freistast til at spyrja — hvat skal so til, áðrenn tú ert sjálvskrivað til at fáa hjálp?
“Ótolandi støða”
Heri Norðberg er nýsettur leiðari fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy. Hann staðfestir stutt og greitt, at tað er einki hjá teimum at gera, tí tá ið tað er fult, er tað fult. Tað eru 69 búpláss á eldraøkinum í Suðuroy, og tað var tað eisini, tá ið eldraøkið var lagt út til kommunurnar í 2015. Altso, er ikki eitt einasta nýtt búpláss komið hesi níggju árini.
“Veruleikin er tann, at akuttbíðilistin hjá BHS er upp í eitt heilt heim aftrat”, sigur Heri Norðberg.
“Vit arbeiða við einum tørvi, sum er 125–130% av tí, vit hava at gera gott við”, greiðir hann frá.
Men hvør hevur ábyrgdina, um nú hesi á akuttlistanum fáa skaða við hús, tí tey ikki eru á tí heimi, tey áttu at verið á?
“Politiski myndugleikin hevur ábyrgdina av at útvega tær tænastur, sum fólkini hava tørv á”, sigur Heri Norðberg og vísir á lógargreinar, sum siga, at “kommunurnar skulu tryggja, at borgarar, sum hava tørv á persónligari hjálp, røkt og stuðli, sambært lógini fáa neyðug hjálpina”.
Tað gera tey tó ikki. Hvørki í Suðuroy ella í øðrum pørtum av landinum. Við innlitsumbøn hevur Frihedsbrevet funnið fram til, at í øllum førum 50 føroyingar eru á akuttlista um alt landið. Tað er bara Veks samstarvið, sum ikki hevur nakran á bíðilista júst nú. Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, er formaður í stýrinum fyri Bú- og heimatænastuna í Suðuroy.
“Tað er ótrúliga harmiligt, at fólk, sum eru komin í 90’ini, ikki skulu fáa pláss. Nær skulu tey sleppa um ikki tá?”, spyr Kristin Michelsen.
Hann sigur, at stýrið sær ógvuliga álvarsliga upp á støðuna og hevur tað á skránni fyri komandi stýrisfundir. Men hann vil ikki siga, hvørjir ítøkiligir møguleikar eru á borðinum, men hann heldur, at landið átti at sagt, hvat tey vilja við eldraøkinum.
“Veruleikin er, at eldraøkið var lagt út til kommunurnar við sera ójøvnum fortreytum fyri ymisku økini. Tað var illa úr hondum greitt, og tað er undirskot fyri tey flestu økini hvørt ár. Og hetta verður bara verri, tí vit gerast jú eldri og eldri”, sigur Kristin Michelsen við Frihedsbrevet.
GG! Vit skulu gera vart við, at greinahøvundurin og Jeannet Ryggshamar Bech og Hanna Bech Samuelsen kennast privat.
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.