Tað loypir ikki hvøkk á løgtingsumboðini Bjørg Brynhildardóttir Egholm úr Tjóðveldi og Magna Højgaard úr Sambandsflokkinum, at føroyskar familjur kenna seg noyddan at flyta av landinum, tí tey ikki fáa neyðugu hjálpina á serøkinum. “Tað er ein kendur trupulleikii,” sigur Bjørg Brynhildardóttir Egholm, ið heldur, at samgongan eigur ábyrgdina. Eisini onnur í samfelagnum kenna seg noydd at flyta, sigur Magni Højgaard, sum tó ikki hevur nakað ítøkiligt boð uppá eina loysn.