Landslæknin meldað Herbergið til løgregluna

Tað stutta av tí langa
Nakrar mánaðir eftir, at Landslæknin gav Herberginum forboð í móti at yvirhøvur handfara heilivág, fann Landslæknin útav, at Herbergið ikki hevði lurtað eftir boðunum. Hinvegin helt Herbergið fram við síni ivasomu handfaring av tí heilivági, sum nakrir av okkara mest útsettu borgarum hava brúk fyri. Tá ið Landslæknin mest sum av tilvild fann út av tí, meldaði Landslæknin Herbergið til løgregluna. “Vit fylgdu boðunum frá Landslæknanum í eina tíð, men sóu, at tað var óforsvarligt”, sigur Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum.
Eftirlitsvitjan avdúkaði ringa standin
Tað er 26. apríl 2023, og Landslæknaembætið sendir ein teldupost til Herberg Frelsunarhersins, vanliga rópt Herbergið í Havn.
Landslæknin hevur fingið eitt stúranarskriv frá einum starvsfólki á Herberginum, og tí boðar Landslæknin frá, at tey ætla sær á eina eftirlitsvitjan á Herberginum ein lítlan mánað seinni, tann 23. mai.
Tað kann Landslæknin, tí við lóggávu frá 2022 hevur stovnurin fingið til uppgávu at hava heilsufakligt og fyriskipanarligt eftirlit við øllum almennum og privatum viðgerðarstøðum í Føroyum.
Hendan týsdagin í mai eru Landslæknin, tað vil siga Lars Fodgaard Møller, sum sjálvur er landslækni, og nøkur av hansara starvsfólkum, á Herberginum í fleiri tímar. Tey gjøgnumganga heilivágslistar, heilivágsvarðveitslu, mannagongdir og líknandi á Herberginum við tí endamáli at meta um, hvørt Herbergið lýkur minstu krøvini fyri handfaring av heilivági.
Tí, sum flest øllum kunnugt, so eru tey 10 búfólkini, sum Herbergið hevur pláss fyri, ofta fólk við sosialum trupulleikum so sum heimloysi og misnýtslu, og fleiri teirra hava bæði likamligar og sálarligar sjúkur at dragast við, sum tey mugu taka heilivág fyri.
Og hesir tímarnir á Herberginum vísa, at orsøk er til at stúra. Tí tað, sum Landslæknin finnur á Herberginum, útloysir eini munnlig kravboð um at gevast við allari heilivágshandfaring í stundini. Landslæknin víkir frá vanligum fyrisitingarligum reglum um hoyringar og høvi at viðmerkja og setur forboð í gildi upp á standandi fót sama dag.
Orsøkin er millum annað, at “viðgerðarstaðið ikki veit, hvussu tey skuldu tryggja sær, at tey geva búfólkunum rættan heilivág. Tað bleiv eisini upplýst, at viðgerðarstaðið sjálvt metir, um búfólkini eru ov rúsað til at taka heilivág, og í so fall hvørja nøgd tey skulu hava”, skrivar Landslæknin og vísir á, at tey brúka ikki alkometur (sum avdúkar, hvussu rúsaður ein er, red.) í hesari metingini. Metingin er einans grundað á tann standin, sum starvsfólkini halda seg síggja á búfólkinum, at viðkomandi er í. Heldur ongar mannagongdir eru fyri, hvussu heilivágur til eitt rúsað búfólk skal útflýggjast, ella nær ein lækni skal boðsendast.
Landslæknin sigur eisini um hesa eftirlitsvitjan, at tey ikki funnu ein eintýðugan og skipaðan heilivágslista. “Pappírslepi er í nøkrum av kápunum á heilivágseskjunum, men tað er ikki eins í eskjunum fyri hvønn sjúkling, og tað er strikað útyvir og lagt afturat í summum teirra”, sigur Landslæknin. “Persónsnummur mangla og í fleiri førum eisini nøvn á doseringseskjunum við heilivági í. Har eru plástur, sproytur og kanylir, sum eru útgingin”, skrivar Landslæknin m.a. og vísir á, at ongar leiðreglur vóru um heilivágshandfaring, um hvørjar fakligar førleikar starvsfólkini skulu hava, ella hvussu ábyrgdar- og uppgávubýtið skal vera. Fleiri ferðir verður víst á, at einki starvsfólk við heilsufakligari útbúgving er í starvi á stovninum, tá ið hendan eftlitsvitjanin fer fram.
Millum annað av hesum orsøkum kemur Landslæknin til ta niðurstøðu, at talan er um kritiskar trupulleikar av týdningi fyri sjúklingatrygdina, og tí skal Herbergið í stundini halda uppat við allari heilivágshandfaring.
Tórshavnar Kommuna drigin upp í leikin
Tað gongur ikki leingi frá tí, at forboðið frá Landslæknanum verður givið, til Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum, sigur við Lars Fodgaard Møller, at nú hevur Heilsuhúsið í Havn yvirtikið heilsufakligu ábyrgdina á Herberginum. Talan er um skrivliga samstarvsavtalu, sum vísir, at Heimatænastan í Havn og Herbergið nú samstarva um hetta.
Sjúkrarøktarfrøðingarnir hjá Heimatænastuni tryggja, at heilivágur er skamtaður og útflýggjaður fyri eina viku í senn til tey fólk, sum búgva á Herberginum. Starvsfólk á Herberginum skulu nú einans minna fólk á at taka heilivágin. Samstundis stendur at lesa í avtaluni, at “um starvsfólk við heilsufakligari útbúgving verður sett í starv á Herberginum, fellur hendan avtalan burtur”.
So langt, so gott. Landslæknin tekur væl ímóti boðunum um, at tey serkønu hjá Tórshavnar kommunu nú eru komin upp í leikin og hava átikið sær alla ábyrgd av heilivágnum á Herberginum.
Men tað gongur bara stutt tíð, so er aftur galið.
Í skrivi tann 21. juli skriva Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóri í Havn, og Eyðfríð L. Jacobsen, heilsu- og umsorganarstjóri í Havn, til Martin Kúrberg, Landslæknan og Almannamálaráðið. Tær skriva millum annað:
“Tað er ein misskiljing, um Herbergið er av tí fatan, at Heilsu- og umsorganartænastan hevur yvirtikið heilsufakligu uppgávurnar á Herberginum, herundir handfaring av heilivági. Hetta er ein uppgáva, sum H&U hvørki hevur havt ella hevur heimild at átaka sær”, skriva stjórarnir og heita á Herbergið um at fáa misskiljingarnar í sambandi við eftirlitsvitjanina hjá Landslæknanum rættaðar sum skjótast.
Í øðrum skrivi sent Landslæknanum nakrar dagar frammanundan, skrivar Eyðfríð L. Jacobsen, at talan var um bráðfeingis hjálp, sum Heilsu- og umsorganartænastan hevði játtað seg til í kjalavørrinum av eftirlitsvitjanini hjá Landslæknanum. Hetta, tí Martin Kúrberg hevði ringt til deildarleiðaran í Heimatænastuni í Havn beint eftir eftirlitsvitjanina og biðið um hjálp, tí annars varð Herbergið stongt, og brúkararnir koyrdir á gøtuna sama dag.
Men hendan góða gerð bleiv tó skjótt umgird av ruðuleika, greiðir heilsu- og umsorganarstjórin frá í hesum skrivinum.
“Kravið til avtaluna var, at einans sjúkrarøktarfrøðingur frá Heilsu- og umsorganartænastuni og leiðarin á Herberginum Martin Kúrberg høvdu atgongd til ein lykil í eini lyklaboks til eitt heilivágsskáp, sum var keypt til endamálið. Stutt eftir kundi staðfestast, at starvsfólk á Herberginum kendu koduna og høvdu givið einum brúkara heilivág, tí viðkomandi longu hevði tikið allan tann heilivág, sum var skamtaður til eina viku. Hetta uttan at seta seg í samband við heimatænastuna. Heimatænastan hevur ikki síðani 23.05.2023 fingið fatur á leiðaranum á Herberginum”, skrivar Eyðfríð L. Jacobsen í hesum skrivinum til Landslæknan.
Aftur ósamsvar
Hetta skrivið frá Eyðfríð L. Jacobsen er sent 18. juli í 2023. Sama dag er Landslæknin á fundi við heilsufakligu leiðsluna í Tórshavnar Kommunu, har tey greiða frá viðurskiftunum um avtaluna við Herbergið.
Landslæknin Lars Fodgaard Møller tekur tí telefonina og tosar fleiri ferðir við Martin Kúrberg aftan á hesi skrivini og hendan fundin. Men Martin Kúrberg tvíheldur um, at øll búfólkini fáa “dosisdispenseraðan heilivág”, og at einasta uppgávan hjá viðgerðarstaðnum er at leggja heiligvágsrulluna fram til búfólkini og í einstøkum førum at minna tey á at taka heilivágin.
Tí helt Landslæknin, at ongar heilsufakligar uppgávur blivu loystar á Herberginum, tí tað er júst tað, sum Martin Kúrberg í telefonini váttar fleiri ferðir hetta summarið.
Men so kemur august mánaður, og Landslæknin er á aðrari eftirlitsvitjan í Havn tann 14. august. Á hesum fundinum eru eisini umboð frá Tórshavnar kommunu, og prátið fellur á Herbergið.
Har verður sagt fyri Landslæknanum, at Herbergið hevði sett ein heilsuhjálpara í starv, sum nú tekur sær av heilivágshandfaringini á Herberginum. Tað verður eisini sagt fyri Landslæknanum á hesum fundinum, at tað er fatanin hjá Tórshavnar Kommunu, at flestu búfólkini á Herberginum ikki eru før fyri at handfara sín egna heilivág.
Hetta skapar órógv hjá Landslæknanum, og nú tekur Landslæknin tí stig til enn eina eftirlitsvitjan — hesa ferð tó við styttri freist. Tann 15. august sendir Landslæknin skriv til Herbergið um eftirlitsvitjan, sum skuldi vera bara tríggjar dagar seinni.
Men dagin fyri sjálva eftirlitsvitjanina tann 17. august ringir Martin Kúrberg til Lars Fodgaard Møller. Hann tvíheldur enn eina ferð um, at á Herberginum leggja tey bara heilivágsrulluna fram til búfólkini eina ferð um vikuna, og tað er tað.
Men tað forðar ikki Landslæknanum í at fara á eftirlitsvitjan 18. august. Hesa ferð við Martini Kúrberg og nýggja heilsuhjálparanum. Hon greiðir Landslæknanum frá, at hon hevur verið í starvi har í hálvanannan mánað, og at hon sjálv hevur funnið forboðsavgerðina hjá Landslæknanum frá mai mánaði fram dagin fyri hesa eftirlitsvitjan — tað er ikki nakað sum leiðslan á Herberginum hevur kunnað hana um frammanundan.
Á hesari eftirlitsvitjanini finnur Lars Fodgaard Møller átta búfólk, sum fáa heilivág á staðnum. Heilsuhjálparin greiðir m.a. Landslæknanum frá, at starvsfólkahópurin á Herberginum seinasta hálvaannan mánaðin hon hevur verið har, hevur útflýggjað sokallaðan PN heilivág. Tað er serliga kompleksur heilivágur, sum verður latin eftir tørvi, sum vanliga bert ein lækni ella eitt heilsufakfólk mugu meta um og handfara.
“Tá ið starvsfólkini útflýggjaðu PN heilivág, varð hetta ikki skjalfest, og tað er tí ikki møguligt at síggja, hvussu nógvan PN heilivág onkur hevði fingið, ella nær sjúklingurin seinast hevði fingið PN heilivág”, skrivar Landslæknin.
Um ein annan íbúgva finnur Landslæknin:
“Hjá einum sjúklingi, sum fast fekk Stesolid, upplýsti heilsuhjálparin, at mann skuldi vera tilvitaður, um sjúklingurin hevði drukkið, tí so skuldi hann ikki hava sín heilivág. Tað er metingin hjá Landslæknanum, at búfólkið fekk heilivág, sum krevur heilsufakligar eygleiðingar og uppfylging”, skrivar Landslæknin og leggur aftrat:
“Harafturat vóru fleiri sjúklingar, sum fingu eitt nú blóðtynnandi heilivág, sterkt pínustillandi og diabetes viðgerð”, skrivar Landslæknin og staðfestir, at enn hevur viðgerðarstaðið ongar heilsufakligar mannagongdir.

Boðar løgregluni frá
Hendan eftirlitsvitjanin endaði við, at Landslæknin metti, at Herbergið ikki hevði tikið forboðið frá Landslæknanum í mai mánaði til eftirtektar. Landslæknin metti samstundis, at Herbergið haraftrat var farið undir nýggja heilivágshandfaring, uttan at kunna Landslæknan um tað og at tryggja sær at krøvini fyri, hvussu forboðið kundi upphevjast, vóru eftirlíkað.
Hesi punktini setti Landslæknin í mai 2023 fyri, hvussu forboðið móti Herberginum kann setast úr gildi.
Tí staðfestir Landslæknin:
“Samlað sæð er tað við hesum grundarlagi framvegis metingin hjá Landslæknanum, at talan er um kritiskar trupulleikar fyri sjúklingatrygdina”.
Og hetta er so mikið óvanligt, at Landslæknin endaði skrivið við at siga:
“Løgfrøðingarnir hjá Landslæknanum eru kunnaðir um hetta málið, og í tíðini, sum stovnurin hevur verið til, hevur tað bara verið eitt mál, har eitt forboð ikki er eftirlíkað”, skrivaði Landslæknin.
Hendan niðurstøðan verður send Heilsumálaráðnum, og heitir Landslæknin á Heilsumálaráðið um at taka ein fund um málið skjótast, tí “Støðan er álvarsom, og ein loysn skal finnast sera skjótt”. Orsøkin til, at aðalráð og Tórshavnar kommuna verða blandað uppí, er, at tá ið Tórshavnar kommuna vísir frá sær heilivágshandfaringina á Herberginum, gerst greitt, at lóggávan í Føroyum og Danmark ikki eru eins.
Landslæknin skrivar sunnudagin 20. august
“Í Danmark hevði tað ikki verið møguligt sambært Heilsulógini, at ein kommuna frásegði sær ábyrgdina av at veita heilsufakliga hjálp til sínar borgarar (§ 3), men § 1–4 eru ikki settar í gildi í Føroyum. Landslæknin hevur tí tørv á, at Heilsumálaráðið hjálpir við at finna útav, hvør kann/skal yvirtaka heilsufakligu ábyrgdina av borgarunum, sum búgva á Herberginum. Støðan er álvarsom, og ein loysn skal finnast sera skjótt”, skrivar Lars Fodgaard Møller.
Nakrar dagar eftir hetta, tann 25. august, meldar Landslæknin Herbergið til løgregluna fyri ikki at fylgja boðum frá Landslæknanum.
Framvegis ikki komið í rættlag
Síðani Herbergið var meldað til løgregluna, eru fleiri viðurskifti broytt. Ein sjúkrarøktarfrøðingur er í dag í starvi. Tey hava sent nógv tilfar til Landslæknan síðani. Tilfar so sum mannagongdir fyri heilivágshandfaring, mannagongdir fyri ábyrgd og førleikar hjá starvsfólkahópinum, frágreiðingar um, hvussu tey skulu seta betringarnar í verk o.s.fr.
Men enn er formliga støðan ikki broytt.
Í november í fjør sendi Herbergið Landslæknanum mannagongdir og frágreiðingar, men tað var ikki nóg gott. Í skrivið tá skrivaði Landslæknin m.a.:
“Grundað á, at mannagongdirnar ikki eru nøktandi, og at tað kann vera ivi um, hvørt Herbergið heilt hevur skilt krøvini ella hevur førleikarnar til at eftirlýka hesum, kunnu vit ikki viðmæla, at forboðið verður upphevjað.”
Og tí vildi Landslæknin koma aftur á eftirlitsvitjan í januar í ár, har tey skuldu vegleiða leiðslu og sjúkrarøktarfrøðingi á staðnum og seinni meta um, um tey halda tað vera forsvarligt, at Herbergið aftur skal hava heilivág um hendur.
Eftirlitsvitjan er tí aftur 20. januar í ár, men niðurstøðan er aftur “kritiskir trupulleikar av týdningi fyri sjúklingatrygdina”.
Men okkurt bendir á, at framgongd er í málinum hóast alt. Tí í seinasta teldupostinum frá Landslæknanum til Herbergið skrivar Lars Fodgaard Møller til sjúkrarøktarfrøðingin á staðnum, at hon skal siga frá, tá ið hon er liðug við upplæringina av starvsfólkunum í heilivágshandfaring.
“Tá ið vit hava móttikið hetta, kunnu vit seta fleiri boð ístaðin fyri forboðið. Tá ið tit so fáa endaligu eftirlitsfrágreiðingina, kunnu tit aftur fara at átaka tykkum heilsufakligar uppgávur. Tað merkir so, at vit síðani koma á eftirlitsvitjan, men tað verður ikki, fyrr enn tit hava verið í gongd í nakrar mánaðir”, skrivar Lars Fodgaard Møller til Herbergið síðst í februar í ár.
Fløkjan er tó ikki heilt greidd enn. Herbergið hevur framvegis ikki fingið endaligt loyvi til at handfara heilivág, og politifráboðanin frá august 2023 liggur enn hjá ákæruvaldinum. Hjá løgregluni siga tey, at tey vóru liðug at kanna málið í 2024 og hava síðani latið ákæruvaldinum málið. Hjá ákæruvaldinum duga tey ikki at siga, nær málið verður avgreitt.
Á Herberginum vænta tey, at tey fáa endaligu loyvini um skamma stund.
Hetta sigur Martin Kúrberg
Martin Kúrberg er leiðari á Herberginum. Hann hevur verið til avhoyringar hjá løgregluni í sambandi við hetta málið. Og sjálvur viðurkennir hann, at, tá ið Landslæknin fyrstu ferð vitjaði í mai mánaði í 2023 og eitt nú fann útgingnan heilivág, ja, so vóru trupulleikar á stovninum, sum kravdu loysnir.
Hvørja viðmerking hevur tú til, at tit fingu forboð fyri at handfara heilivág í 2023?
“Eg havi ta viðmerking, at vit vera undirløgd tað sama sum viðgerðarstovnarnir vera, og eg havi altíð hildið uppá, at vit ikki eru ein viðgerðarstovnur, men eitt Herberg. Sjálvandi skal skil vera í, og vit hava síðani gjørt tað, sum skal til fyri at rætta tingini inn, so vit kunnu fylgja ásettu reglunum”, sigur Martin Kúrberg.
Tað var at síggja til lítið skil á, tá ið Landslæknin var har í mai 2023. Útgingin heilivágur og kanylir, einki navn ella p‑tal í fleiri førum, o.s.fr. Hví var standurin so?
“Vit høvdu ein sjúkrarøktarfrøðing í starvi á stovninum, sum fór úr starvi beint áðrenn. Viðkomandi hevði arbeitt við sjúkrarøkt í 25 ár frammanundan, so eg hevði onga orsøk at halda, at alt ikki var í lagi”, sigur Martin Kúrberg.
Tað kemur fram á seinnu eftirlitsvitjanini í august í 2023, at tit ikki hava fylgt boðunum frá Landslæknanum. Hví gjørdu tit ikki tað?
“Vit fylgdu í eina tíð boðunum frá Landslæknanum um, at vit skuldu leggja heilivágsrullur fyri eina heila viku út í kømurini. Men vit sóu skjótt, at tað bar ikki til, tí tað vóru ikki allir brúkararnir, sum vóru førir fyri tí”, sigur Martin Kúrberg og vísir á, at ein einstakur brúkari hevði tikið allan heilivágin fyri eina viku sama dag, sum hann fekk hann. Martin Kúrberg vísir á, at hann tók hesa avgerð, tí hann metti tað vera neyðugt fyri at hjálpa búfólkunum og verja tey á best møguligan hátt.
Men aftan á august hava tit fylt boðunum og lagt eina heilivágsrullu út hvørja viku, tað gera tit enn. Hví hava tit kunnað gjørt tað frá august 23’ til nú, og ikki frá mai 23’ til august 23’?
“Tí tá høvdu vit nakrar brúkarar, sum ikki megnaðu tað. Teir eru ikki í dag”, sigur Martin Kúrberg.
Landslæknin meldaði Herbergið í august. Hvat sigur tú til tað?
“Eg kann sum leiðari ikki standa inni fyri at lata fólk liggja í sínum egna lorti, so eg tók ábyrgd og sett eitt heilsustarvsfólk í starv”, sigur Martin Kúrberg. Martin Kúrberg heldur, at hann er blivin meldaður fyri at hava sett eitt heilsustarvsfólk í starv í forboðstíðini. Hann verjir ta avgerðina við at siga, at hann setti hetta starvsfólkið fyri at hjálpa búfólkum við persónligari røkt — ikki fyri at taka sær av heilivági.
Og hann heldur, at tað er tað, sum hann er meldaður fyri — altso, at hava sett eitt heilsustarvsfólk í starv í forboðstíðini.
Politimeldingin snýr seg um, at tit ikki hava fylgt boðum frá Landslæknanum. Eftir eftirlitsvitjanina í august skrivar Landslæknin fleiri dømi um heilivágshandfaring, hóast forboðið varð givið. Eitt nú skrivar Landslæknin í august: “Tá ið starvsfólk útflýggja PN heilivág, varð hetta ikki skjalfest, og tað var tí ikki møguligt at síggja, hvussu nógvan PN heilivág eitt búfólk hevði fingið útflýggjað, ella nær viðkomandi hevði fingið PN heilivág seinast”. Altso, tit handfara í august enn heilivág, hóast forboðið í mai, og tað er tað, sum verður meldað til løgregluna?
“Tað eri eg ikki samdur við. Eg eri ikki samdur við alt, sum Landslæknin skrivar, og eg eri slett ikki samdur við, at vit eru meldað fyri at ikki hava fylgt forboðnum. Tað var fyri at hava sett eitt heilsustarvsfólk, og ta avgerðina vil eg verja til eina og hvørja tíð”, sigur Martin Kúrberg.
Men tú viðgongur, at tit ikki fylgdu forboðnum í øllum tíðarskeiðnum frá mai til august?
“Tað var tí, at eg sá, at tað ikki var forsvarligt”, sigur Martin Kúrberg.
Tað er ilt at siga, hví Martin Kúrberg heldur politimeldingina vera um, at hann hevur sett eitt heilsustarvfólk. Tí sambært skjølunum í málinum, snýr fráboðanin til løgregluna seg um, at Herbergið ikki hevur fylgt boðunum — í hesum førinum forboðnum — frá Landslæknanum givið í mai 2023 viðvíkjandi heilivágshandfaring.
Martin Kúrberg greiðir frá, at síðani august 2023 hevur hann sett tveir sjúkrarøktarfrøðingar í starv. Hesir hava síðani arbeitt við at finna eina loysn á teimum viðurskiftunum, sum Landslæknin eftirlýsti. Eftir ætlan verður Herbergið góðkent innan stutta tíð.
Martin Kúrberg vísir eisini á, at hann nú hevur livað við einari politimelding í hálvtannað ár. Hann spyr, hvussu leingi fólk kunnu sita á pínubonkinum og bíða eftir at frætta, um mann er keyptur ella seldur.
Málið er sum nevnt endað hjá løgregluni orsaka av tí, sum Landslæknin fann á eftirlitsvitjan í mai 2023, og sum framvegis gekk fyri seg, tá ið Landslæknin fór aftur at hyggja í august.
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.