Læknin og loyndarmálini: “Vil heldur drepa navngivin fólk enn fíggja hópdráp umvegis skattin”
Tað stutta av tí langa
Alsamt oftari hoyra vit um einstaklingar og bólkar av fólki, sum hava eina heilt aðra heimsfatan enn vanligi heimsborgarin. Og tá ið korona brast á, vóru tey mong, sum hildu, at koppingarevnið var eitur, sum fór at drepa ein stóran part av heimsíbúgvunum. Ein, sum hevur víðgongdar fatanir um koronakoppingarevnið er Freddie Poulsen, fyrrverandi kommunulækni. Hoyr hvussu hann sær heimin í nýggjum poddvarpi.
Ein øðrvísi heimsfatan
Neil Armstrong var ongantíð á mánanum. Tað var CIA, sum sendi flogførini inn í World Trade Center í Washington. Jørðin er fløt. CIA drap Kennedy, og heimurin er stýrdur av einari valdselitu, sum m.a. drekkur blóð hjá børnum fyri at varðveita styrki.
Heimurin er á tremur við øðrvísi fatanum, sum vanliga verða bólkaðar sum konspiratiónsteoriir. Við internetinum hava vit eisini sæð bólkingar av konnspiratiónsteoretikarum tvørtur um landamørk. Felagsskapir, sum í grundini eru vísir í, at alt er ein samansvørjing. At onkur valdsmikil lýgur fyri okkum umaftur og umaftur.
Korona setti av álvara gongd á júst konspiratiónsteoriirnar, og eisini í Føroyum hava tær gjørt so mikið nógv um seg, at heilsustarvsfólk í frontinum av heimsfarsóttini kendu seg hótt. Og vóru hótt m.a. av Freddie Poulsen, sum var dømdur fyri júst tað í 2021. Hann varð tá dømdur seks mánaða fongsulsrevsing.
Freddie Poulsen gjørdist landskendur í Føroyum í 2017, tá ið hann varð dømdur sekur í kynsligum brotsverkum móti fleiri kvinnum í sínum yrki sum kommunulækni. Hann fór inn at sita og misti læknaloyvi.
Síðani hevur hann aftur verið í rættinum, m.a. fyri hóttanir móti heilsustarvsfólki, og í komandi ár skal hann aftur í rættin, hesaferð fyri hóttanir móti starvsfólki hjá Taks. Og aftur her eru træðir til koronafarsóttina.
Ein óklipt samrøða
Hesar bólkingar vit síggja á myrkastu avkrókunum av internetinum hava also væl og virðiliga funnið sín veg til Føroya.
Og sum vit vita, er tann kendasti konspiratiónsteoretikarin, antivaxarin, sum tað eisini verður rópt í hesum samanhanginum, júst Freddie Poulsen.
Tí hava vit gjørt eina poddvarpsrøð við heitinum Læknin og Loyndarmálini, sum tekur útgangsstøði í Freddie Poulsen, tveir partar eru í dag komnir aftrat, og eru sostatt tríggir partar tøkir nú.
“Eg eri útbúgvin sum tað, tey rópa lækni, men tað, sum eg fann útav er, at eg eri í veruleikanum útbúgvin massamordari”, sigur Freddie Poulsen m.a. í røðini.
Vit fingu nevniliga fatur á Freddie Poulsen, sum annars er fluttur av landinum og m.a. er farin í eina heldur víðgongda samkomu, sum hevur somu fatan sum hann um korona, og sum m.a. heldur, at jólanissur eru demonar. Hann játtaði at gera samrøðu við okkum, men hann setti fram tað ynski, at vit ikki kliptu í samrøðuni.
Hetta hava vit kjakast nógv um. Men vit eru av teirru sannføring, at tann óklipta samrøðan gevur eitt gott innlit í hendan annars lukkaða heimin, sum vit “vanligu” ikki reiðiliga koma í samband við annars.
Freddie Poulsen skal møta í rættinum í januar fyri hóttanir. Í ákæruritinum stendur m.a., at hann hevur sagt við eitt starvsfólk á Taks “Einki forðar mær í at fara oman at drepa øll á Taks”. Tað tosar hann eisini um í longru samrøðuni í røðini.
“Eg segði við tey, at eg vil heldur drepa tey, sum arbeiða í Taks, tey, sum eg veit, hvør eru og fremja hesi drápini, heldur enn at rinda skatt og vera við til at fíggja dráp av fólki, eg ikki kenni”, sigur Freddie Poulsen m.a.
Orsøkin til, at hann heldur hann er við til at fíggja hópdráp er, at hann heldur heilsuverkið drepur fólk við heilivági.
Sum vit sjálvandi mugu undirstrika — vit hava als eingi prógv fyri tí, og tí hava vit onga verulig orsøk at halda, at nakar sannleiki er í pástandinum.
Í næstum koma fleiri partar av Læknin og Loyndarmálini. Tú finnir røðina undir “poddvarp”.
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.