Á einari app siga m.o. kvinnur um allan heim dulnevnt øðrum frá, hvar vandi er á ferð í samfeløgum, við at seta reyðar prikkar á har, sum tær hava verið fyri ágangi. Tíggjutals prikkar eru eisini settir í Føroyum. “Eg síggi appina sum ein felags vitnisburður og eitt uppróp um tann harðskap og sjikanu, sum kvinnur uppliva bæði í almenna rúminum og í tøttum sambondum”, sigur leiðarin í Kvinnuhúsinum. Aðrir serfrøðingar eru ivasamir um appina.