Nú kommunuvalið nærkast, hava vit savnað allar okkara greinar á einum og sama stað. Undir bjálkanum “Frí Kommuna”, kanst tú lesa allar tær mongu greinarnar, sum Frihedsbrevet hevur skrivað seinastu tvey árini, sum snúgva seg um søgur og hendingar í kommunum kring landið. 

 

Vit kunnu taka nøkur dømi: Tú kanst m.a. lesa um, at upp á minni enn tvey ár hevur Tórshavnar kommuna tryggjað byggifyritøkuni Articon fleiri uppgávur fyri samanlagt 385 milliónir. Uttan at uppgávurnar eru bodnar út. Landsstýrismaðurin eftirlýsir gjøgnumskygni hjá kommununum. “Tað kann í summum førum tykjast sum, at tað eru persónligu sambondini, sum liggja aftanfyri, hvør fær hvørjar uppgávur”, sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, sum ætlar sær at taka málið um alment útboð upp politiskt. 

Uppgávur fyri slakar 400 milliónir uttan alment útboð upp á tvey ár

 

Tú kanst eisini lesa meira um máttmikla borgarstjóran á Tvøroyri, Kristin Michelsen. Hann fylgir óvanliga væl við á sosialu miðlunum, og skrivar tú nakað kritiskt ímóti borgarstjóranum, so kanst tú rokna við hóttanum um løgfrøðiligar avleiðingar. Kristin Michelsen hevur verið borgarstjóri á Tvøroyri í meira enn 20 ár. Fyri kortum tóku fleiri fólk blaðið frá munninum og søgdu frá søgum um valdsmikla borgarstjóran, sum tað ikki er tespiligt at koma á skeivu síðuna av. “Hann bað meg koma á býráðsskrivstovuna at skriva undir eina umbering eftir eina viðmerking á Facebook”, greiðir ein teirra, Cecilia Nolsøe Sørensen, frá.

Máttmikli borgarstjórin á Tvøroyri: Hóttanir, uppíblanding og kontant avrokning

 

Ella tú kanst lesa um varaborgarstjóran í Klaksvík, sum fleiri enn 40 ferðir seinastu 15 árini, er endaður í fútarættinum við ógoldnum rokningum. Atli S. Justinussen rindar ikki altíð fyri tað, sum hann keypir, og bara seinasta góða árið, hava tað verið fimm mál viðvíkjandi Atla S. Justinussen í fútarættinum. 

Varaborgarstjórin í Klaksvík aftur fleiri ferðir í fútarættinum

 

 

Ert tú á heimasíðuni finnir tú allar greinarnar um kommunal viðurskifti undir bjálkanum “Frí Kommuna”, sum tú finnir undir bjálkan “Greinar” á forsíðuni. 

Ert tú á appini er “Frí Kommuna” ein bjálki ovast á forsíðuni, sum tú kanst trýsta á. 

Komandi dagarnar fara vit eisini at útgeva fleiri greinar av hesum slagi, um fleiri ymiskar kommunur kring landið. 

 

Góðan lesi- og lurtihug!