Tað tók bara tríggjar dagar, so var høvuðsspariátakið hjá nýggju samgonguni í fíggjarlógaruppskotinum avhøvdað aftur. Talan er um sendistovuna í Tel Aviv, sum Bárður á Steig Nielsen vil niðurleggja, og boðaði hann frá tí sama dag sum fíggjarlógaruppskotið varð lagt fram. Korta nei segði løgmaður í tíðindunum tríggjar dagar seinni. Hvat er hent har?