Klubb33: Politiskt kjak um útlendska arbeiðsmegi, revisváttan og rasismu

Tað er brádliga breið politisk semja um, at tað er neyðugt at krevja revsiváttanir frá útlendingum, sum ætla sær til Føroya at arbeiða. Er tað ein panikkreaktión í kjalavørrinum av nøkrum einstøkum søgum, er tað rætt at krevja revsiváttanir, skulu onnur átøk gerast, og hvørjir vandar fyri fremmanda fíggindaskapi eru, tá ið kjakið um útlendingaøkið tekur seg upp. Tað kjakast tingfólkini Hervør Pálsdóttir fyri Tjóðveldi og Beinir Johannesen fyri Fólkaflokkin, og landsstýrismaðurin á økinum, Bjarni Kárason Petersen um.
Tú finnir politisku poddvarpsrøðina Klubb33 á heimasíðuni og appini, í báðum førum undir “poddvarp”.
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.