Klubb33 fer hesaferð á tíðindafund í Tinganesi, har Sambandsflokkurin og samgonguflokkarnir saman boðað frá politiskari langtíðarsemju fyri alivinnuna og hvussu nógv hendan skal rinda í landskassan. “Hetta er ein søgulig hending”, siga flokkarnir. Enn eru ongar hoyringar gjørdar um hesar ætlanirnar, og einki ítøkiligt lógaruppskot er lagt fram. Men í poddvarpinum nema vit við onkrar ítøkiligar tættir í uppskotinum.

 

Tú finnir Klubb33 á appini og heimasíðuni, í báðum førum undir “poddvarp”.