Galdandi lóggávan á fosturtøkuøkinum í Føroyum er frá 1956. Hon er eitt avrit av danskari lóggávu, sum varð avtikin í Danmark fyri nógvum árum síðani, men framvegis er hon galdandi í Føroyum.

Men tað kann hugsast, at hennara tíð nú lækkar í móti endanum. Rættarnevndin í løgtinginum hevur nú fingið uppskotið um eina nýggja fosturtøkulóg til viðgerðar, eftir at tað í dag hevur verið til 1. viðgerð í løgtinginum.

Tey etisku plaga at kloyva flokkar, og í so máta er ikki øðrvísi hesaferð.

Frihedsbrevet var í løgtinginum í dag, tá ið uppskotið var til fyrstu viðgerð. Hoyr reportagu í nýggjasta partinum av Klubb33. Tú finnir Klubb33 undir “poddvarp” á appini og heimasíðuni.