Klubb 33: Bárður á Steig Nielsen og Eirikur í Jákupsstovu um “Nýtt Samband”
Á tíðindafundi í morgun legði Sambandsflokkurin fram eitt uppskot um eina nýskipan av ríkisfelagsskapinum. Yvirskipað sigur Sambandsflokkurin við hesum útspælinum, at miðað verður eftir einari nýskipan av ríkisfelagsskapinum, har Føroyar skulu vera eitt sjálvstýrandi land í ríkinum. Føroyar skulu hava størri rásarúm uttanríkispolitiskt, skulu kunna gerast limir har vit vilja, og vera umboðað í samanhangum, sum viðkoma Føroyum.
Galdandi praksis ímillum Danmark og Føroyar skal staðfestast í lóg, so eingin ivi er um, hvør eigur avgerðina, og Føroyar skulu eiga at kalla allar avgerðir á egnum matrikli, heldur Sambandsflokkurin. Tá umræður ríkisveitingina sigur flokkurin, at tey vilja, at so hvørt málsøki eru yvirtkin, skulu vit sjálvi rinda fyri tey, og yvirtikin málsøki skulu ikki kunna takast aftur.
Føroyar skulu staðfestast sum eitt land í heiminum, segði formaðurin eisini á fundinum. Tað eru tó avmarkingar — gjaldoyra, kongshúsið, grundlógin, rættarskipanin, ákæru- og dómsvaldið, kriminalforsorgin og partvíst uttanríkis‑, verju og trygdarpolitikkur skulu framhaldandi vera felagsmálsøki.
“Eitt fínt stig á leiðini, men avgjørt ikki nóg mikið”, heldur Eirikur í Jákupsstovu, tingmaður fyri Tjóðveldi, meðan Bárður á Steig Nielsen vónar, at hetta uppskotið kann fáa hinar stóru flokkarnar at melda greitt út við, hvar teir standa, tá ið umræður ríkisrættarligu støðuna.
Hoyr kjakið millum Bárður á Steig Nielsen og Eirik í Jákupsstovu í nýggjasta partinum av røðini Klubb 33. Tú finnir Klubb 33 undir “poddvarp”, á heimasíðuni og appini.
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.