Hvør skal kósin hjá Tjóðveldi vera? Tað er yvirskipaði spurningurin, sum verður avgreiddur á eykaflokstingi hjá flokkinum í morgin.

Tí tvinnir eru kostirnir — antin verður Sirið Stenberg forkvinna ella verður Bjørt Samuelsen forkvinna. So mikið er greitt, men hvør teirra skal taka yvir eftir Høgna Hoydal, er framvegis óvist.

Men er nakar munur á teimum? Í nýggjasta partinum av Klubb33 kjakast tær báðar um Ingilín-málið og avbjóðingarnar í Tjóðveldi í hesum førinum. Tær tosa um, hvørja kós flokkurin skal taka nú, um vánaligu veljarakanningarnar og um stríðsvalið, sum mong meta kann skaða flokkin.

Hoyr teirra grundgevingar í Klubb33. Ert tú á heimasíðuni kanst tú finna Klubb33 her. Ert tú á appini, finnir tú Klubb33 undir “poddvarp”.