Nýtt poddvarp er komið á heimasíðuna og appina í dag, í røðini Frí Mikrofon. 

Á Facebook sóu vit herfyri skrivað: “Í tveir dagar sluppu følsk tíðindir — lygnir — at verða berandi undir høvuðssøgum hjá einum miðli. Tað er tað, sum ofta hendir, tá málið sjálvt ikki er málið, men øsing, spjaðing og illgitingar”. Hetta skrivar sjálvasti formaðurin í mentanarnevndini í Løgtinginum Sólvit Nolsø. 

Uppslagið snýr seg um eina grein, sum Norðlýsið útgevur nakrar dagar frammanundan við yvirskriftini:” Landssjúkrahúsið: Skannarin í Klaksvík kann ikki nýtast”. Søgan í greinini er, at ein dulnevndur sjúklingur hevur vent sær til Norðlýsið og hann er frustreraður, tí hann hevur fingið at vita frá Klaksvíkar sjúkrahúsið, at alt er klárt við nýggja skannaranum, men so koma kontaraboð úr Havn — Landssjúkrahúsið sigur hann skal til Danmarkar at skannast — og hetta kostar sum vera man nógvar 10 túsund krónur eyka av skattaborgarans pengum, skrivar Norðlýsið. 

Also — Landssjúkrahúsið vil heldur senda fólk til Danmarkar enn til Klaksvíkar. Hendan søgan fekk bein at ganga á — hasin eini sjúklingurin gjørdist til tætt við 30 sjúklingar, útsagnir vóru hendan og handan vegin frá læknum, frá stjóranum á LS og at enda kom stjórin á Klaksvíkar sjúkrahúsið, Alexandra á Dul sum frelsandi eingilin fyri Sjúkrahúsverkið — hetta var ikki illvilji, men snøgt sagt tí skannarin er ikki heilt klárur enn, og soleiðis fall alt málið til jarðar aftur. 

Jóhann Lützen, stjóri á Norðlýsinum og Sólvit Nolsø hittast í studio hjá Frihedsbrevet og kjakast um hetta málið í nýggjasta partinum av Frí Mikrofon poddvarpsrøðini.

Tú finnir Fría Mikrofon og allar aðrar poddvarpsrøðir undir “poddvarp” 

frí mikrofon