Skip og bátar hjá Strandfaraskipum landsins skulu ikki rinda havnagjøld til føroysku kommunurnar. Tað hevur samgongan millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin sett sær fyri. Hetta er í hvussu er ein av mongu sparingunum, sum flokkarnir hava sett í verk í sambandi við fíggjarlógaruppskoti fyri 2027.