Íslendskur stovnur: “Føroyska sambandið við umheimin í stórum vanda”
Tað stutta av tí langa
Sjókaðalin, sum røkir tveir triðingar av føroyska sambandinum við umheimin, er nú í vanda, sigur KT-stovnur undir íslendsku stjórnini. “Tað eru eftir okkara meting stór virði upp á spæl”, sigur stjórin í Farice, Torvarður Sveinsson, nú politiska skipanin í Íslandi ætlar at loyva aling á sjónum júst har, sum føroyska/íslendska pulsæðrin liggur bert 10 cm undir havbotninum. “Best er at sleppa undan at seta sjókaðalin í vanda”, sigur Páll Vesturbúð, stjóri í FT net, sum væl skilur íslendska óttan.
Aliætlanir ímóti fólksins vilja
Í Altinginum í Íslandi hevur samskiftið hjá føroyingum við umheimin verið til viðgerðar seinastu vikurnar. Ikki tí hetta er høvuðsevnið í politisku viðgerðini, men tí at tey eru fleiri — felagsskapir og fyritøkur — í Íslandi, sum halda, at ein týðandi pulsæðr hjá føroysku tjóðini við umheimin nú er í vanda — nevniliga sjókaðalin FARICE‑1.
Hesin trygdarspurningur fyri føroyingar er til politiska viðgerð, tí ein lóg liggur í nevnd í Altinginum, sum skal geva fyritøkum við norskum eigaraskapi rætt til at ala á fjørðinum í Seyðisfirði.
Og lógin er kontroversiell upp á fleiri mátar. Fyrst og fremst tí, tá hon varð løgd fram fyri kortum, var ein týðandi broyting viðvíkjandi tí, sum hevði verið frammi áður, at nú skuldi loyvi gevast í óásetta tíð heldur enn í 16 ár, sum ætlað.
Hoyringarpartar hava verið í Altinginum og viðgjørt hetta lógaruppskotið í politisku nevndini. Serliga tveir partar hava tikið støðuna hjá føroysku tjóðini fram. VÁ Félag, sum er áhugafelagsskapur hjá fólkinum í Seyðisfirði, sum hevur arbeitt ímóti hesum ætlanum frá byrjan. Og almenna fyritøkan Farice, sum hevur til uppgávu at reka sjókaðlarnar hjá Íslandi við umheimin.
Hesin seinni er púra greiður við serfrøðiligum brillum — tit seta sambandið hjá føroyingum og íslendingum í vanda.
Íslendsku serfrøðingarnir ávara
“Ólag er á Shefakaðlinum”. Tann setningin hava vit ofta hoyrt, sæð og lisið í Føroyum. Kaðalin, sum fer úr Føroyum til Hetlands, hevur verið svikaligur til tíðir, og eitt nú í 2022 vóru fleiri brek staðfest á kaðlinum innan stutta tíð.
Men tað ávirkaði ikki føroyingar nakað nevnivert, tí har er ein annar sjókaðal, sum vit eisini dúva upp á, nevniliga íslendski/føroyski FARICE‑1 kaðalin.
Hendan hoyra vit minni um, tí hann hevur verið sera støðugur, og tí tikið alt samskiftið út í heim á seg, tá ið SHEFA hevur svikið.
Men tað er ikki ein serliga stór eyka byrða hjá FARICE‑1, tí frammanundan hevur hesin kaðalin tveir triðingar av sambandinum hjá føroyingum við umheimin um hendi. Og hesin kaðalin kemur upp við Seyðisfjørð í Íslandi.
Men nýggjastu politisku ætlanirnar í Íslandi um at loyva aling á Seyðisfirði ger, at íslendska felagið, sum umsitur FARICE‑1, nú talar at. Felagið eitur tað sama sum kaðalin, Farice, og sipar hetta til ensku heitini av Føroyum og Íslandi — Faroe Islands/Iceland. Farice er ogn hjá íslendsku stjórnini, og rekur í alt tríggjar kaðlar.
Farice talar at, tí uppskotið, sum Altingið í løtuni viðger, fer, um samtykt, at loyva aling í Seyðisfirði — sama stað, sum kaðalin liggur.
Í frágreiðing skrivar Farice m.a.:
“Tað er eftir okkara meting stór almenn virði upp á spæl, tí íslendska samfelagið er sera bundið at trygdini í samskiftinum við umheimin, sum at kalla alt fer ígjøgnum tríggjar kaðlar hjá Farice. Tað føroyska samfelagið er enn meira bundið at FARICE‑1, tí tveir triðingar av føroyska samskiftinum við umheimin fara hendan vegin. Tað er tí ikki skilagott at seta trygdina hjá kaðlinum í vanda við at seta eitt “havbúr” so nær við kaðalin”, skrivar Farice.
Alstóran týdning í minst 10 ár aftrat
Bert 10–15 cm undir havbotninum í Seyðisfirði liggur FARICE‑1 kaðalin. Síðani sjókaðlarnir hjá Farice vóru tiknir í nýtslu, hevur einki brek verið staðfest í sjónum. Brek á landi eru kortini komin fyri, men tey eru munandi lættari at umvæla.
“Farice hevur ígjøgnum tíðina leitað eftir fleiri ymsum mátum at tryggja kaðlarnar, og eitt dømi er, at sjóbjargingartænastan hevur leypandi havt eftirlit gjøgnum AIS, og hevur Farice havt gott samstarv við sjómenn og skiparar, sum hava ansað væl eftir, tá ið fiskiskapur hevur verið í nánd”, skrivar Farice í frágreiðingini og leggur dent á, at hetta hevur eydnast so mikið væl, at kanningar vísa, at FARICE‑1 heldur minst 10 ár aftrat.
Hetta hevur eisini verið tryggjað í lóg. Tí íslendska lóggávan hevur greiðar reglur og mannagongdir um fiskiskap og annað virksemi nærhendis kaðlarnar, júst fyri at tryggja, at hesir ikki fáa óneyðugan skaða. Men ongantíð hevur aling av hesum slagnum verið nevnt í lógini, og tað heldur stjórin á Farice vera tí, at lógin snøgt sagt ikki er nútímansgjørd. Nakað, sum Farice sigur seg hava eftirlýst í fleiri ár.
“Kaðalin er eisini sera týdningarmikil fyri elektronisku samskiftistrygdina í Føroyum. Um FARICE‑1 kaðalin til Íslands verður kvettur, fer samskiftisferðslan úr Føroyum at vera púra bundin at einum einstøkum sambandi, SHEFA. Og tá ið umvælingar skulu gerast, er neyðugt at sløkkja alt sambandið, og samskiftið til og úr Føroyum vildi tí verið púra burturi ta tíðina, tað tekur at umvæla”, greiðir Farice stjórin frá í frágreiðingini.
Og tað sama váttar stjórin í FT-Net.
“Er skaði á FARICE‑1, má hann sløkkjast, meðan umvælingarnar fara fram, so tá verður einki samband”, sigur Páll Vesturbúð, stjóri í FT-NET.
FT-Net — skilji væl óttan
Hjá Føroya Tele hava tey annars ikki frætt um politisku ætlanirnar í Íslandi, tá ið Frihedsbrevet spyr um málið.
Men Páll Vesturbúð, stjóri í FT-net er samdur við stjóranum í Farice um, at tað er sera umráðandi at tryggja FARICE‑1.
“Tað hevur týdning, at vit hava tveir kaðlar, tí so tolir tú, at ein fær brek eina løtu”, sigur Páll Vesturbúð og vísir á, at av báðum sjókaðlunum hevur FARICE‑1 verið tann støðugi.
“Fyri trygdina er tað munandi betri at hava tveir kaðlar”, greiðir Páll Vesturbúð frá. Hann er samdur við íslendska starvsfelagan í niðurstøðuni.
“Tað er betri fyri alt samfelagið og harvið eisini alivinnuna sjálva, at sjókaðlar av hesum slag eru so støðugir sum gjørligt. Tí vildi tað verið skilabetri ikki at havt aling á sama staði, sum ein sjókaðal er, men heldur flutt slíkt virksemi aðrastaðni”, sigur Páll Vesturbúð.
Politiska støðan í Íslandi
Hvørja lagnu politiska uppskotið og FARICE‑1 fær í hesum umfarinum, verður greitt fyrsta dagin — kanska longu hesa vikuna.
Verður tað gjøgnumført, so er tað ikki einans til vanda fyri føroyska sambandið við umheimin. Tað er eisini ímóti viljanum hjá einum stórum meiriluta av fólkinum í Seyðisfirði.
Tí í lítlu bygdini Seyðisfjørður eru nógv fólk á gosi. Tey eru so ónøgd, at tá ið ætlanirnar komu fram í almenna rúmið fyri nøkrum árum síðani, stovnaðu tey ein felagsskap, VÁ! Félag, sum snøgt sagt er settur í verðina einans fyri at mótmæla hesum ætlanum.
Og í Seyðisfirði eru tey rættiliga samd. Í 2020, tá ið ætlanirnar komu fram, skrivaðu 55 prosent av íbúgvarunum undir eitt mótmæli móti hesum. Í 2023 var ein spurnakanning somuleiðis gjørd í Seyðisfirði, nú var samlaða talið av mótstøðufólkum komið upp á 75 prosent av samlaðu íbúgvarunum.
Tey eru ónøgd av fleiri ymiskum orsøkum — eitt nú hevur umhvørvisspurningurin verið nógv til umrøðu í nærumhvørvinum í Seyðisfirði.
“Yvirskipað haldi eg, at íbúgvararnir fyrst og fremst vilja verja náttúruna og okkara fjørð og villa laksin, og hendan aliverkætlanin hongur ikki saman við tí mynd, sum fólkið annars hevur skapt av økinum. Vit hava eisini sæð, hvussu stórar fyritøkur við nógvum pengum kunnu ávirka sjálvræði hjá lítlum bygdum neiliga”, sigur Benedikta Guðrún Svavarsdóttir, forkvinna í VÁ! Félag og íbúgvi í Seyðisfirði.
Tey hava tí arbeitt hart ímóti hesum ætlanunum síðani fyrsta dag við mótmælistiltøkum, skrivum, undirskriftainnsavningum o.s.fr.
“Norðmenn eiga meirilutan í hesum fyritøkum, sum ætla at ala í Seyðisfirði, tey vilja hava okkara tilfeingi, og stjórnin hevur ætlanir um at geva tað fyri einki. Fólkið í Seyðisfirði kennir virðið á okkara náttúru, og vit fara ikki at geva tað burtur fyri nøkur fá størv”, sigur hon og vísir á, at órørda náttúran er sjáldsom í heiminum í dag, og í Seyðisfirði vilja tey verja sína.
Eisini meira politiski spurningurin um rættindi til firðirnar, sum Benedikta greiðir frá verður “latið til nakrar norskar fyritøkur fyri einki”, hevur fylt nógv ímillum fólkið í Íslandi.
Ígjøgnum hendan felagsskapin hevur fólkið í Seyðisfirði eisini verið til hoyringar í Altinginum. Tey hava lagt síni sjónarmið fram um umhvørvið, um virði á náttúrutilfeinginum, og so hava tey eisini víst á trygdina í samskiftinum hjá teirra brøðratjóð í Føroyum.
“VÁ! skeyt upp fyri nevndini, at Seyðisfjørður verður vardur við lóg og lagdur aftrat listanum av vardum økjum. Okkara høvuðsgrundgeving aftrat tí sjálvsagda um, at íbúgvararnir ikki ynskja tað, var, at hetta er eitt mál av stórum almennum áhuga fyri bæði Ísland og Føroyar orsakað av FARICE‑1”, greiðir Benedikta Guðrún Svavarsdóttir frá.
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.