Fyrrverandi eigarar av einum grundstykki við Oyggjarvegin í Havn hava sent eitt slag av hóttanarskrivi til Tórshavnar kommunu. Tey krevja endurgjald ella aðra samsýning frá kommununi, tí tey siga, at býráðið ikki vildi broyta byggisamtyktina fyri økið, tá tey áttu tað, men at býráðið er sinnað at broyta samtyktina fyri nýggju eigarunum. Hóttanin er tó møguliga grundað á skeivar upplýsingar, sambært nýggju eigarunum.