Samgongan er sinnað at tillaga tað, sum tey hava skrivað í samgonguskjalinum um mótrokningina hjá pensjónistum, um tað vísir seg, at nakrir bólkar verða skattaðir serliga hart, sigur Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum. Landsstýrisfólk váttað samstundis fyri Frihedsbrevet, at tey kenna til óhepnu avleiðingarnar av uppskotinum.