“Onkur burdi farið aftur og lurtað eftir øllum Fimmarunum í útvarpinum í 90’unum”. Tað heldur Eiler Fagraklett, the grand old man í føroyska LGBT umhvørvinum. Í nýggjasta partinum av Frí Mikrofon lítur hann aftur á áralanga stríðið hjá LGBT umhvørvinum í Føroyum, nú tað í ár eru 20 ár síðani, at fyrsta Faroe Pride gongan varð fyriskipað.

Men søgan hjá LGBT’arum er nógv eldri enn so. Eiler vaks upp í eini tíð langt áðrenn pridegongur og ælabogafløgg, har tøgnin valdaði um samkyndleika, sum í veruleikanum næstan ikki var til í almennu Føroyum, fyrr enn aidsbylgjan rakti, og tað kom upp á tal at undirvísa í seksualiteti við kynsjúkum fyri eyga.

“Eg minnist, at Fuglafjarðar skúli ikki vildi læra børnini um aids, tí so máttu tey nevna samkyndar menn, og tað hildu tey ikki, at børnini í Fuglafirði skuldu vita nakað um”, sigur Eiler Fagraklett m.a. í Frí Mikrofon. Og vóru samkynd nevnd í almenna rúminum, t.d. í Fimmaranum, har fólk kundu ringja inn og siga sína hugsan í almenna útvarpinum, so var tað ikki við mýkindum. “Tað hevði ikki gingið í dag”, heldur Eiler.

Kanska er tað tí ikki óskiljandi, at óttin og skommin um at vera ein samkyndur maður fylgdu Eileri líka fram til tær fyrstu pride’irnar í Føroyum. Tann fyrsta var í 2005 og tann næsta í 2007, og hvørgin teirra líktist teimum veldugu gongunum, sum vit eru von við í dag.

“Eg tordi ikki at fara til tær, tí eg var ikki komin út í Føroyum”, greiðir Eiler Fagraklett frá í poddvarpinum.

Faroe Pride í 2022. Mynd: Ólavur Frederiksen. 

Men tá ið málið um §266b kom fram um sama mundið, vóru tey fleiri, sum fingu nóg mikið av hatrinum og retorikkinum kring LGBT-persónar, og tey fingu dirvi til at tala at.

Í 2011 var LGBT Føroyar stovnað og eitt ár seinni var triðja pride’in á skránni. Stigtakararnir vónaðu kanska 500 fólk fóru at møta, men máttu skjótt sanna, at tey tóku so grúviliga feil.

Túsundtals føroyingar gingu saman við teimum handan summardagin, og hvørt ár síðani.

Men hóast pride’in hevur verið ein brakandi success líka síðani, er slagið hjá LGBT-persónum í Føroyum als ikki endaliga vunnið. Jú, tað er alsamt meira vanligt at tosa um samkyndar kvinnur og menn, men nú vit skriva 2025 eru tað teir tvørkyndu føroyingarnir, sum er mitt í eldinum.

“Tíverri er retorikkurin um tvørkynd júst tann sami, sum hann var um samkynd tá”, sigur Eiler Fagraklett í poddvarpinum.

Hoyr Frí Mikrofon undir “poddvarp” niðast á appini. Ert tú á heimasíðuni kanst tú trýsta her.