Enn einaferð eru blóðreyð tøl í nýggjasta roknskapinum hjá Globe Tracker, og partapeningurin er sostatt enn einaferð horvin. Hóast søgan endurtekur seg, hevur Framherji aftur sett meira pengar í. “Vit vænta svørt tøl innan nakrar mánaðir”, sigur stjórin.