Her er der en lydafspiller

Men før du kan se den, skal du acceptere cookies fra vores lydleverandør.

Tað stutta av tí langa
Óvissa, óskipaðar arbeiðsumstøður, munnkurv og happing var gerandiskostur á Tjóðpalli Føroya. Tað siga tveir leikarar, sum boykotta Tjóðpallin. Teir taka nú blaðið frá munninum og greiða meiri nágreiniliga frá, hví ónøgdin við núverandi stjóran er stór, og hví teir framvegis – á hálvttriðja ári — boykotta Tjóðpall Føroya. 

 

Ein grein eftir Rebekku Manuelu Behrens

 

Tveir leikarar taka blaðið frá munninum
Seinastu árini hevur grundgevingin fyri boykottinum av Tjóðpallinum hjá teimum 22 yrkislistafólkinum ljóðað, at tey halda ikki, tað er rætt, at sami persónur skal vera stjóri í so nógv ár. Harafturat meta tey ikki, at stjórin ger uppgávuna til lítar reint fakliga. Argumentini hava verið yvirskipað og kanska óítøkilig fyri summi. Men nú taka tveir leikarar av teimum 22, sum boykotta, blaðið frá munninum, og greiða nærri frá, hvussu teir hava upplivað leiðsluna á Tjóðpallinum øll 20 árini. 

Talan er um tveir leikarar, sum hava spælt á Tjóðpallinum og nú boykotta hann. Tann eini er Bárður Persson, og hin leikarin vil vera dulnevndur í hesi grein. Frihedsbrevet veit tó, hvør persónurin er. Í hesi grein verður tann dulnevndi persónurin kallaður Jógvan. Sambært teimum er talan um eitt arbeiðsumhvørvi, sum hevur verið merkt av óvanliga nógvum óskili og happing, sum leiðslan stendur á odda fyri.

 

Takksemiskuld og munnkurv
Jógvan greiðir frá, at tað kennist løgið at kritisera, ella yvirhøvur siga sína hugsan um leiðsluna á Tjóðpallinum. Tí vanligt var, at tað gjørdi mann undir ongum umstøðum. Jógvan lýsir leiðsluna sum nakað, ið als ikki skuldi eftirmetast ella setast spurnartekn við. Haraftuat brúkar Jógvan eisini fleiri ferðir orðið “takksemiskuld”. Eitt hugtak, sum leikararnir á Tjóðpallinum hava brúkt fyri at lýsa, hvussu sambandið er millum leikarar og leiðsluna. At leikarar bara skulu vera takksamir fyri at yvirhøvur sleppa at spæla á Tjóðpallinum.

Á Tjóðpallinum er tað stjórin, ið velur hvørjir leikarar sleppa framat at spæla. Sambært Jógvani eru tað oftast teir leikararnir, ið ikki eru ov strævnir fyri stjóran. Tað vil siga teir, ið ikki seta spurnartekn við nakað, ella eru so “frekir” at t.d. krevja at fáa ein arbeiðssáttmála upp í lag beinanvegin. 

“Ofta gevur stjórin okkum ikki arbeiðssáttmála, fyrr enn sýningarnar nærum eru lidnar. Tískil liva vit ofta undir eini óvissu. Gaman í er okkara yrki óvist í stóran mun, men tá vit vera biðin um at vera við í eini verkætlan, átti tað at verið sum tað minsta at fingið ein arbeiðssáttmála beinanvegin. Krevja vit tað, krevja vit ov nógv, og kunnu vera úti fyri at ongantíð verða biðin aftur. Spurningar verða tiknir sum kritikkur og handfarnir sum persónlig álop. Tískil velur tú bara at tiga”, greiðir Jógvan frá.

 

“Leiðslan rennur undan ábyrgd”
Sambært Jógvani er tað ov ofta, at stjórin rennur undan ábyrgd. Jógvan vísir á, at stjórin ofta er fráverandi, tá verkætlanir eru í gongd og letur standa til, um tað er okkurt, sum gongur galið. Ofta renna leikarar seg eisini í, at eingi venjingarhøli eru, og tá er sjáldan, at stjórin tekur ábyrgd, vísir Jógvan á. 

“Grundleggjandi er tað vantandi planlegging frá stjóranum, sum manglar. Tá turkar hon ofta ábyrgdina á onnur. Tað eru altíð hini, sum hava skyldina. Spyrt tú um okkurt ella skrivar til leiðsluna, verður tú hildin í tøgn, eins og tú ikki ert verdur eitt svar. Ofta mangla leikarar til leiklutir, og leiðslan hevur ikki fingið upp í lag at spyrja nakran, hóast venjingarnar nærkast. Av tí at leiðslan er fráverandi, fara leikararnir í gongd at loysa trupulleikar, hóast tað ikki er teirra uppgáva. Bæði leikstjórin og leikarar fara út at finna manglandi leikara og venjingarhøli. Hetta hevur við sær, at vit ikki fáa hugsavnað okkum um sjónleik, og sostatt kemur ørkymlan og strongd ofta fyri.”

 

“Leiðslan stendur á odda fyri happing”
Jógvan ger greitt, at í einum kreativum umhvørvi, er tað ofta talan um, at óvæntað viðurskifti koma fyri. At onkur fær fráfall, verkið fær eina aðra gongd ella annað tempo – og at fólk gera feilir ella kunnu taka feil. Hetta metir hann, at tað skal tað vera rúm fyri; serliga tá leiklistin jú fæst við tað at vera menniskja. Tó heldur hann, at hetta hendir alt ov ofta. So ofta, at hetta gerst meira regulin heldur enn undantakið.

“Óskilið av arbeiðsumstøðunum elvir til eitt ósjónligt baktjald, har leiðslan byrjar at baktala, spilla út, útstilla og seta fólk upp móti hvørjum øðrum. Eg veit væl, at øll hava ábyrgdina av góðum trivnaði á einum arbeiðsplássi, men hetta eigur leiðslan evstu ábyrgd av. Tí átti tað ikki at verið leiðslan sjálv, sum var miðdepilin fyri happing”, greiðir Jógvan frá.

Bárður Persson hevur roynt á egnan kropp, hvussu tað er at vera útstillaður og niðraður av leiðsluni. Hann vísir á eitt dømi, har hann skuldi á pall um einar 20 minuttir. Tá kom stjórin inn og ákærdi hann fyri at mótarbeiða sýningini og tosa niðrandi um Tjóðpallin framman fyri hinum leikarunum.

“Stemningurin í rúminum bleiv ófrættakendur. Týðiliga sást og merktist, at fólk kendu seg sera illa. Vistu ikki, hvat tey skuldu gera við seg sjálv. Hesa løtuna var eg einsamallur. Eingin orkaði at leggja sínar armar rundan um meg. Eg skilti tað væl, tí vit øll vóru jú partur av einum sjúkum arbeiðsumhvørvi. Eg skuldi nú á pall um fáar minuttir at fáa øll at flenna. Út at vinda sól og dreymar úr einum sjónleikarahjarta, hóast einki var at vinda.”

Jógvan vísir á, at speirekan er vanligi talihátturin, og at leiðslan ofta nýtir ein passivt aggresivan tóna, sum ger, at ein kennir seg ótryggan. 

“Ein fær kensluna av, at ein allatíð ger okkurt skeivt, men tú veitst ikki, hvat tað er. Passivt aggresivin tónin er bara til staðar, uttan at ein veit hví. Eingin greið útmelding, bara onkur hint. Tað er ofta, at ein fær ilt í búkin, og tí velur at ganga ígjøgnum bakdyrnar til venjingarnar fyri at hugsavna seg um arbeiði og ikki gera seg sjónligan. Sostatt sleppur ein eisini undan at vera “tann trupli”. Tú bítur tenninar saman og roynir at koma ígjøgnum starvssetanina. Meðan onnur kanska sita heima við hús, tí tey ikki vera biðin longur. Ikki tí, tey ikki duga, men tí tey dittaðu sær at pippa eitt lítið pipp.”

 

Útisetar koma ikki heim
Tað eru fleiri føroyskir sjónleikarar, sum velja sær starvsleið úti í heimi, tí tey tíma ikki at koma heim til eitt arbeiðsumhvørvi, sum er ósunt, vísir Jógvan á. Í samband við útsøgnina hjá Jógvani um útisetar, hava vit á Frihedsbrevet spurt fleiri útisetar hendan spurning. Teir, vit spurdu, vóru á einum máli um, at umhvørvið á Tjóðpallinum er ikki nakað, teir ynskja at koma heim til. Eitt nú svarar Kjartan Hansen, føroyingur og sjónleikari í Århus Teater, soleiðis:

“Eftir sjey sesongir á Århus Teater, havi eg upplivað hvussu eitt vælfungerandi yrkisleikhús kann rekast. Tá eg síðani hyggi at Tjóðpallinum, krympi eg tær. Úti frá sær tað virkuliga ikki út til at rigga. Eg eftirlýsi nakað so generiskt sum eina sesongplan, eina ambitión, eina atdráttarmegi. Talan er um eitt yrkisleikhús, sum stundum erpar sær av áhugaleiki. Tað haldi eg, er beinleiðis pínligt. Einki ringt um áhugaleikarar, men tað hevði hóskað seg betur at sæð Mentamálaráðið megnað at loyst boykott-tvistuna, so Tjóðpallurin aftur kann byrja at erpa sær av føroyska yrkissjónleikinum, sum hevur eitt enormt potentiali. At flyta heim eftir nógv ár í útlegd, er ein trupul spurningur og hongur ikki bara saman við stríðnum á Tjóðpallinum. Men sum sjónleikari hevði ein vælfungerandi Tjóðpallur heilt víst gjørt tað lokkandi at komið heim. Tað er nevnliga einki eg heldur vil, enn at spæla sjónleik á mínum móðurmáli”.

Kristina Sørensen Ougaard, sjónleikari í Keypmannahavn, vísir eisini á sína ónøgd við verandi støðu á Tjóðpallinum. Hon hevur í fleiri umførum spælt í leikum heima í Føroyum. Ein teirra var Lykkenborg, sum ummælarar róstu upp um skýggini. Eitt stórsligið verk, sum fylti allar salir, har tað varð leikt. Tó var hetta, eins og nógv onnur verk, sum hava vakt ans, ein leikur frá einum av teimum mongu fríyrkisbólkunum, sum eru í Føroyum. Kristina sigur soleiðis:

”Tað er ein sorgarleikur, at vit eru komin so langt, at vit nú standa á einum boykotti av Tjóðpallinum í meira enn tvey ár. Men sannleikin er nokk tann, at Tjóðpallurin hevur ikki verið serliga sjónligur tey seinastu árini, tískil leggja fólk ikki merki til, um hann er har ella ikki. Har er eingin sjónligheit, visjón ella nýhugsan. Tað er týðiligt, at nú má og skal nýtt blóð til. Fríyrkisbólkarnir hava hinvegin yvirhálað Tjóðpallin og produserað spennandi, slóðbrótandi og aktuellar leikir og uppsetanir.”

Sofía Nolsøe Mikkelsen, sjónleikari á Århus Teatri, heldur somuleiðis heldur ikki, at tað er nøktandi, at meginpartin av framleiðslunum fer fram hjá fríyrkisbólkunum heldur enn á Tjóðpallinum. Hon sigur soleiðis: 

”Eg skilji ikki, at Jenny Petersen ikki roynir at hitta fólk og fáa loyst trupulleikan. Hon manglar nærum øll síni arbeiðisfólk, men velur at vera sitandi og onki gera. Hvørki royna at loysa stríðið ella at fara av, so fólk kunna koma til arbeiðis aftur. Tað eru so nógv heilt ótrúliga dugnalig leiklistafólk í Føroyum, og tað kundi verið eitt fantastiskt blómandi umhvørvi. Fyri mær er tað púrasta burturvið, at meginparturin av produktióninum av leiklist gongur fyri seg hjá fríyrkisbólkinum ístaðin fyri á Tjóðpallinum, sum hevur so nógv betri fíggjarligar sømdir.”

Tær báðar Kristina og Sofía siga báðar, at tað er trupult at svara, um tað er støðan á Tjóðpallinum, sum ávirkar spurningin um, hvørt tær skulu koma heim til Føroya at arbeiða sum sjónleikarar. Tað er ein samanseting av fleiri viðurskiftum, siga tær. Tó ásanna báðar, at tað hevði verið lættari at flutt heim, um støðan á Tjóðpallinum var betri. 

”Tá mann arbeiðir í einum vælfungerandi umhvørvi, so er tað so týðiligt, hvussu illa stendur til við Tjóðpallinum. Tað er ringt at velja eitt spennandi arbeiðisumhvørvi frá fyri at flyta heim til eitt, sum nærum ikki eksisterar”, sigur Sofía Nolsøe Mikkelsen.

 

Fleiri leikarar uppliva sama mynstur
Frihedsbrevet hevur fingið fleiri fráboðanir frá øðrum leiklistafólki í Føroyum, sum hava spælt á Tjóðpallinum. Við dømum endurtaka tey somu mynstur um vantandi planlegging, niðrandi málburð, at stjórin turkar ábyrgd á onnur, útihýsan, tøgn, um leiðslustílin á Tjóðpalli Føroya. Tó tykist tað sum, fólk himprast við at leggja navn til, tí tað er so lítið umhvørvi og lítið samfelag, at tann kann fáa stórar avleiðingar fyri tann, sum talar at alment.

Frihedsbrevet hevur víst Jenny Petersen, stjóra á Tjóðpallinum, atfinningarnar, sum leiðslan á Tjóðpallinum fær í hesi grein. Vit hava somuleiðis givið henni høvið at svara hesum. Hon hevur ikki vent aftur.