Fyri umleið tveimum árum síðani stovnaðu fólk, sum fóru úr Missiónshúsinum á Strondum m.a. orsakað av kvinnusýninum, Luthersku Fríkirkjuna á Strondum. Men tað var ikki fyri at geva kvinnum rættin til at tala, men tvørturímóti fyri at tryggja, at tað bara eru útvaldir menn, sum prædika. “Eisini í samkomunum í Føroyum síggja vit eina høgrasnaring millum ungar menn”, siga fleiri keldur við Frihedsbrevet.