Tá ið Norðurlandahúsið fyri kortum skuldi hýsa stórari arktiskari sangkapping, mundi enda galið, tí føroyska framleiðslufelagið ikki vildi varpa tiltakið sum avtalað, um ein palestinskur tónleikari skuldi tosa um krígsstøðuna í sínum heimbýi. Tí royndu menninir í framleiðslufelagnum at fáa fyrireikararnir til at broyta skránna. “Trupulleiki fyri alt tað føroyska samfelagið”, heldur fyriskiparin, meðan stjórarnir í felagnum siga seg ikki vilja setast í samband við nakra politiska støðutakan um Gaza.