Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen vitjar dagsins part av Frímælt. Hon greiðir frá nýggjastu verkætlan síni, sum er at vera partur av sangleikinum Joyride. Vit tosa um hennara nýggjasta staklag og lívið í danska miðlaheiminum. Marianna Winther Nagata vitjar eisini og hon fær spurningin, um hon veruliga heldur, at allir menn hata kvinnur? Og um ikki, hvat meinar hon so við, tá ið hon segði so í samrøðu við Barbaru Holm herfyri. Bárður Petersen er eisini ein av gestunum. Hann greiðir frá tónleikabólkinum Tøgn, sum hevur lagt Føroyar fyri sínar føtur við yndisligum tónleiki. Verkætlanin byrjaði á einum kamari í Valby, og fyrsti sangurin mundi farið á aðrar hendur, áðrenn bólkurin av sonnum tók skap. Kristinn Vang er eisini við borðið og greiðir frá nýggjastu poddvarpsrøðini hjá Frihedsbrevet, Ein Breckmann í kjóla, sum er ein longri samrøða við Astrið Breckmann, løgtingsfólk og dóttir Óla Breckmann. Røðin er í tveimum pørtum, har tosað verður um pápa hennara, teirra sambandi, trúgv og tann sannroynd, at Astrið Breckmann ikki gongur í buksum.